March 20, 2023

Nýtt verk eftir Hansinu Iversen

Verkið "Speaking in Tongues" er vorðin ein partur av føstu samlingini

Hesin glæsiligi málningurin er nú vorðin ein partur av føstu samlingini á Listasavni Føroya.

Við gávumildum stuðli frá Ny Carlsbergfondet hevur Listasavn Føroya fingið møguleikan at ogna sær hetta listaverkið eftir Hansinu Iversen. Verkið Speaking in Tongues frá 2020 er ein stórfingin málningur, ið er millum teir størstu málningarnar, sum Hansina Iversen hevur málað. Hann er 220 x 420 cm! Málningurin var ein partur av serframsýningini Brot: Føroysk samtíðarlist í stórum formati, sum var á Listasavni Føroya inntil fyri kortum.

Listakvinnan Hansina Iversen (f. 1966) er útbúgvin á listaakademinum í Helsinki og Reykjavík, og í sínum listaliga stíli hevur hon røtur í amerikansku abstraktu ekspressionismuni, colour field painting og New York-skúlanum við eitt nú íblástri frá Helen Frankenthaler, Agnes Martin, Mark Rothko og Barnett Newmann. Og harafturat finsku listakvinnuni Nina Roos og hennara abstraktu verkum, sum Hansina Iversen lærdi at kenna, tá hon var undir útbúgving.

Verkini hjá Hansinu Iversen eru eyðkend av at vera dynamisk í kompositiónini og at litflatarnir við nógvu fjølbroyttu formunum og rørslunum eru málaðir í fleiri gjøgnumskygdum løgum á løriftið. Hetta gevur henni eitt heilt serstakt úttrykk við atliti at listasøguligu íblástrarkeldunum.

Hansina Iversen sigur um Speaking in Tounges:

“Við málninginum royni eg at skapa eitt rúm á einum flata, sum er givin frammanundan. Rúmið verður skapað í arbeiðsgongdini. Har er eingin skitsa, men litirnir vera stroknir intuitivt. Ofta við einum flatum, breiðum pensli, so strokini síggjast týðiliga. Hetta er ein gott grundarlag undir gongdini víðari. Málingin verður strokin lag oman á lag. Undirlagið leiðir litirnar og formarnar, sum leggjast omaná. Hetta heldur fram, inn til ein verð er skapað í formi og litum, har rúm og rørsla leiðir eygað til ljósar og djúpar krókar. Aftur og fram á løriftinum. Aftur til afturlatnar formar, sum fjala tað, sum liggur undir. Inntil tú hevur hugt nóg leingi og sært ein skugga stíga fram í bakgrundini, sum avdúkar tað, ið liggur aftanfyri.”  

Vit eru sera takksom fyri stuðulin frá Ny Carlsbergfondet og gleða okkum til, at okkara gestir aftur kunnu njóta hendan flotta oljumálningin á Listasavninum.


May 1, 2025

Opening hours for the summer

From 1st May, the museum is open every day from 11 am - 17 pm.
Les meira
April 3, 2025

Exhibition opening: Bent Restorff

Friday 12th April from 4-6pm
Les meira
April 2, 2025

Easter decorations for the whole family

Everyone is welcome to make easter decorations at the National Gallery from 12 April - 21 April from 11 am - 4 pm.

There will be materials…

Les meira
April 2, 2025

Open by night - Thursday 3rd of April

On Thursday 3rd April the museum will be open from 11am - 8 pm.

There will be a special offer on posters this day: 3 for 2 - the cheapest o…

Les meira
March 27, 2025

The special exhibition "Threads" is open until 30th March

Last chance to see the special exhibition "Threads" is on Sunday 30th March.

The museum is open all weekend from 11-16 pm.

Read mor…

Les meira
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16

(1th Thursday every month 11 - 20)









Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands