June 28, 2021

Rundvísing í framsýningini HEIMSTAÐURIN

Hóskvøldið 1. juli kl. 19.30 verður rundvísing í framsýningini HEIMSTAÐURIN og savnið hevur opið um kvøldið frá kl. 19.00 – 21.00.

Kundi tú hugsað tær at sæð framsýningina HEIMSTAÐURIN? Og vilt tú fáa meiri at vita um tey einstøku listaverkini?

Hóskvøldið 1. juli kl. 19.30 verður rundvísing í framsýningini HEIMSTAÐURIN og savnið hevur opið um kvøldið frá kl. 19.00 – 21.00.

Solveig Hanusardóttir Olsen, savnsumsjónarfólk, fer at vísa runt og greiða frá tankunum handan framsýningina.

Rundvísingin byrjar kl. 19.30 og tekur umleið 45 min.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Rundvísingin er ókeypis fyri limir við árskorti til Listasavn Føroya. Hevur tú árskort av slagnum “1+1 – tak ein gest við ókeypis” ert tú eisini vælkomin at taka ein gest við til rundvísingina.

Atgongugjald: 90 kr. fyri vaksin, 25 kr. fyri lesandi, 70 kr. fyri pensjonistar. Børn og ung undir 20 ár sleppa ókeypis inn.

Til ber eisini at keypa árskort í móttøkuni. Árskortini geva ókeypis atgongd til savnið alt árið umframt ókeypis atgongd til rundvísingar, tiltøk og konsertir. Ein valfrí plakat fylgir við árskortinum 

---

Um framsýningina

Heim er eitt háfloygt hugtak. Heimið kann vera eitt ítøkiligt stað fyri onkran – eitt hús, eitt barndómsheim ella ein gøta. Fyri onnur er tað ein kensla av at hoyra til – í einum býi ella einum umhvørvi. Fyri onnur er heim tað staðið, har hjartað er, og har mann helst vil vera – saman við sínum kæru. Fyri mong føroysk myndlistafólk hevur heimstaðurin ein serligan leiklut, bæði persónliga og sum myndevni. Men við hvørjum kenslum hava listafólkini avmyndað teirra heim? Hvat hendir, tá ið eitt heim hvørvur, og tá ið hús verða seld, og eldri ættarlið falla frá? Kann ein luktur, ein litur ella ein kensla vekja sterk minni um eitt heim, sum einaferð var?

Framsýningin HEIMSTAÐURIN varpar ljós á, hvat ein heimstaður er, og hvønn týdning tað hevur at hava ein heimstað.

Á framsýningini eru verk eftir: Arnold Vegghamar, Bárður Jákupsson, Bergithe Johannesen, Edward Fuglø, Elinborg Lützen, Hanni Bjartalíð, Ingálvur av Reyni, Ingi Joensen, Jack Kampmann, Jóannis Kristiansen, Marianna Bjørgheim, Marius Olsen, Randi Samsonsen, Ruth Smith, Sámal Joensen-Mikines, Steffan Danielsen, Thomas Arge, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Zacharias Heinesen.

Les meira um framsýningina her.

  
Vælkomin á Listasavn Føroya!


May 28, 2026

Culture Night at the National Gallery

Free entrance on 5th June from 11 am - 6 pm.
Les meira
May 19, 2026

Zacharias Heinesen 90

Artist Zacharias Heinesen turns 90 and the museum arranges a celebration on Wednesday, May 27 at 5 pm.
Les meira
April 30, 2026

Summer opening hours

From May 1st we're open every day from 11 am - 5 pm.
Les meira
April 20, 2026

Lecture: ‘Islands, ideas of the north, and the archival photograph: Women’s practice in Orkney, Shetland, Faroe Islands, Iceland and Greenland, 20th century.’

Lecture by Anne Renahan on Thursday night 30th April at 7.30 pm.
Les meira
April 10, 2026

Concert: Guðrun & Bartal at the National Gallery

Free concert on Thursday night, 16 April, at 7.30 pm.
Les meira
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16









Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands