February 22, 2021

Vit sóknast eftir myndum av tatoveringum, sum avmynda havið

Eftirlýsing
Av teimum mongu hundrað føroyingunum, sum fóru til skips í 1950-, 60- og 70-árunum, komu fleiri aftur við minst einari tatovering. Í dag er eru fleiri, sum hava valt at prýða kroppin við blekki – og her hevur havið eisini ein serligan týdning. Tilknýtið millum havið og tatoveringar verða nú kannað á Listasavni Føroya, og vit eggja tykkum til at senda okkum myndir av tykkara hav-tatoveringum.

Søguliga
Í tíðini eftir seinna heimsbardaga vóru tatoveringar ikki í høgum metum, hvørki í Føroyum ella í Norðurlondum. Blekkið varð tekin um amoral og misbrot. Men fyri sjómenn vóru tatoveringar ein partur av samleikanum. Har eru enntá myndevni, sum teir skuldu gera seg uppibornar til. Um sjómaðurin hevði siglt tvørtur um Atlantshavið, kundi hann fáa eina tatovering av einum akkeri.

Nútíðin
Í 1990-árunum gjørdist tatoveringar væl umtóktar millum yngri fólk, og í dag eru mong, sum hava eina ella fleiri tatoveringar á kroppinum. Ein norsk kanning frá 2013 vísti, at sjeyndi hvør var tatoveraður, og í dag er talið væntandi hægri. Fleiri av tatoveringunum, sum verða gjørdar í dag, taka støði í teimum siðbundnu sjómanstatoveringunum og havinum. Akker, róður og skip eru umbiðin myndevni, eins og høgguslokkar og kumpass eisini eru væl umtókt.

Sendið okkum myndir!
Á Listasavni Føroya varpa vit ljós á hesar kropsprýðingar, sum hava samband til havið, við at savna fotomyndir av tatoveringunum. Vit prenta myndina av tíni tatovering út og sýna hana fram á einum myndaveggi. Myndaveggurin vísir týdningin av havinum í nútíðini og vísir eitt útbreitt visuelt fyribrigdi, ið myndar okkara tíð – og kroppar.

Soleiðis gert tú:

1.     Tak eina mynd av tatoveringini (nærmynd!)

2.     Send myndina til info@art.fo

Vit prenta myndina og sýna hana fram á einum myndaveggi í forhøllini á Listasavni Føroya. Tatoveringarnar verða sýndar fram dulnevnt.

Øll, ið senda okkum myndir av tatoveringum, sum hava við havið at gera, fáa ókeypis atgongd til Listasavn Føroya.

February 12, 2026

Shrovetide masks at the National Gallery!

Make your own personal mask.
Les meira
January 29, 2026

We are reinstalling the permanent exhibition

Exciting times ahead at the National Gallery.

We are currently reinstalling the permanent exhibition, which will open in the spring. Parts…

Les meira
January 5, 2026

We're open from 15 January

Welcome back to the National Gallery. We'll be open again on 15 January.

Happy New Year!

Les meira
November 27, 2025

Christmas crafts

Come and make christmas crafts and decorations from 1st December - 15 December.
Les meira
November 25, 2025

Christmas market at the National Gallery

Arts and crafts on Saturday, 6 December, from 12–5 PM
Les meira
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16

From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17










Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands