Sámal Blak og Porkerisvatn
Nýggjasta verkætlanin hjá Sámali Blak er ein røð av átta málningum, sum hann hevur málað til útgávuna “Porkerisvatn” hjá tónleikabólkinum Yggdrasil. Málningarnir kunnu upplivast í forhøllini á Listasavni Føroya til og við 28. februar.
Porkerisvatn
Ein afturkenniligur formur gongur aftur í øllum átta myndunum hjá Sámali Blak. Listamaðurin greiðir frá, at hetta er Porkerisvatn, sum verður vent 90 stig á hvørjari mynd. Men hvussu ber til, at bæði Yggdrasil og Sámal Blak arbeiða við Porkerisvatni?
Tónleikur og list
Síðsta ár gjørdi Listasavn Føroya eina verkætlan, har tónleikarar komponeraðu nýggjan tónleik við íblástri frá verkum í tí føstu framsýningini. Í tí sambandi komponeraðu Kristian Blak og Yggdrasil tónleik til tekningina Porkerisvatn frá 1952 eftir William Heinesen. Úr hesum kom ikki bert eitt lag, men ein heil útgáva við átta løgum. Og nú hevur Sámal Blak málað ein málning til hvørt lag á útgávuni.
Gandakenda landslagið
Í tekningini eru steinar í nógvum, ymiskum støddum runt vatnið. Í stuttsøguni “Gæster fra månen” lýsir William Heinesen landslagið runt Porkerisvatn sum ein tentan rygg á eini risastórari edlu. Ein edla er eitt lítið skriðdýr við longum hala, og hetta fekk Kristian Blak at hugsa um bábylonsku skapanarsøguna, har gudurin Marduk drepur drekan Tiamat og býtir hennara kropp sundur í tvey, og úr tí skapar hann himmal og jørð.
Málningarnir
Søgan um drekan, og náttúra og dýralív kring vatnið er alt at síggja í málningunum. Myndirnar vísa landslagið runt Porkerisvatn, grátt undir steini og regnæl. Í síðstu myndini verður Porkerisvatn til kroppin á einum dreka, sum sprænir eld!
Yggdrasil spældi konsert á Listasavni Føroya, og tá vórðu málningarnir eftir Sámal Blak hongdir upp í forhøllini. Til ber at síggja málningarnar í forhøllini á Listasavni Føroya til og við 28. februar. Opið er týsdag til sunnudag kl. 13-16.
Lurta eftir "Porkerisvatn" á Spotify her
Kristian Blak úr Yggdrasil hevur skrivað hesar, stuttu linjurnar um íblásturin til løgini:
1. Vatn (Lake)
Porkerisvatn is a lake on the old footpath between Argir and Kirkjubøur. The rhythmic pattern in this piece is inspired by the Faroese traditional ballad “Dagmoy”.
2. Á (Stream)
A small stream runs into Porkerisvatn from the mountains to the north and flows out on the south side of the lake.
3. Grót (Rock)
Situated on the tableland Kirkjubøreyn, the lake is surrounded by stones and rock formations.
4. Grátt undir steini (Woodlouse)
Woodlice abound in this landscape. In Faroese, their name is more poetic: Grey-Under-Stone
5. Jørð (Earth)
Music based on a Sámi joik.
6. Skýggj (Clouds)
I have composed a new melody for the traditional Faroese hymn “Farvel, farvel du gamle År”.
7. Flog (Flight)
Inspired by a flock of ruddy turnstones that flew overhead during one of my walks around Porkerisvatn.
8. Drekin (The Dragon)
The Faroese landmass arose about 60 million years ago, the result of volcanic eruptions. From chaos and destruction came life, just as Marduk created the earth through the destruction of Tiamat's body.
The musical material is based on the Faroese traditional ballad “Sjúrðarkvæðið,” the story of the slaying of the dragon Fafnir.
Exhibition Opening: "The Body"
Shrovetide mask at the National Gallery of the Faroe Islands
Listasavn Føroya will have a new director
Vetrarjazz at the National Gallery of the Faroe Islands
Merry Christmas - we'll be open again 15 January
Merry Christmas and a Happy New Year! We look forward to welcome you in 2024.
The National Gallery will be open from the 15 January.