LESS IS NORTH
6 September 2019 - 19 January 2020

Kennir tú Føroyar út frá eini fotomynd? Tað halda nógv, at tey gera. Vit kenna okkara land, og vit vita, hvussu tað sær út. Men síggja Ísland, Danmark og Grønland øðrvísi út? Ja, tað vilja flestu fólk væntandi meina. Stóra framsýningin hetta heystið er landslagsfotomyndir frá Norðurlondum við serligum denti á Norðuratlantshavið. Trý altjóða viðurkend fotolistafólk mynda framsýningina - Ingi Joensen úr Føroyum, Per Bak Jensen úr Danmark og Hallgerður Hallgrímsdóttir úr Íslandi. Tey hava hvør sær ferðast í Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi og tikið myndir av tí norðurlendska landslagnum frá tí vakrastu og samstundis mest einføldu síðuni. Fólk, ferðsla og larmur er burtur. Bert náttúran er eftir.

Framsýningin hevur heitið Less is North. Landslagsmyndirnar hjá teimum trimum listafólkunum eru minimalistiskar í mun til heimin og myndevnið. Einki við at díkja á. Heitið Less is North rúmar tí eina stuttliga heilsan til kenda slagorðið Less is More hjá tí stóra minimalistinum í modernistiskum arkitekturi, Mies van der Rohe. Útsøgnin hjá honum er síðani snarað á skemtiligan hátt av yngri arkitektum: Less is a Bore (Robert Venturi) og Yes is More (Bjarke Ingels). Við Less is North eru vit aftur við útgangsstøðið – Norðurlond eru miðdepil, og Norðurlond vísa heimin á ein einfaldan og kulan hátt.

Vit taka øll myndir. Men í dag taka tey flestu við fartelefonini – og tillaga myndirnar við filtrum, skera tær til og fáa myndevnið at síggja betri út enn í veruleikanum. Men hvat gera tey veruligu fotolistafólkini? Broyta tey eisini sædda veruleikan, ella hava tey dugað at fanga ta avgerandi løtuna rætta tíðspunktið?
Ingi Joensen var við at detta oman, tá ið hann var í ferð við at avmynda eitt loddrætt útsýni við klettum, aldum og fuglum í bjørgunum í Føroyum. Hann mátti bara taka hesa myndina. Til alla eydnu var tað bert myndatólið, sum datt oman og brotnaði. Tann gamalsliga filmsrullan í myndatólinum kom frá tí, og myndin er við á framsýningini!

Framsýningin er sett saman av 40 listaverkum, og nógv eru stór í vavi. Fleiri av listaverkunum eru nýggj og ikki sýnd fram áður.

Framsýningin er opin til 19. januar 2020. Til framsýningina er gjørd ein listabók við nógvum myndum, sum kann ognast fyri 150 kr.

Back to the exhibition
+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From September 1st - April 30th:
Tuesday - Sunday 13.00 - 16.00
Closed on Mondays

From May 1st - August 31st:
Monday - Sunday 11.00 - 17.00
Admission
Adult: 65 DKK
Student: 25 DKK

Groups, min. 12 adults: 50 DKK per person.
Children under 16: free.
+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands