From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17
From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16
(1th Thursday every month 11 - 20)
LISTALEIKIR, SILJA STRØM
25 January 2019 - 7 April 2019
Myndirnar hjá Silju Strøm hava leiksins gleði og lív yvir sær, og samstundis mynda pastellitirnir heimin hjá einari ungari gentu. Mitt í øllum sakloysnum og máligleðini koma einstakir kenniligir figurar fram, og gátuførar frásagnir daga undan. Eisini er málaraarbeiði um at fara yvir í tað ógvusliga, so leikurin er ikki bara spæl, men listaleikur.
31 ára gamla Silja Strøm er útbúgvin og býr í Bretlandi. Hon er ikki bara eitt tað gávuríkasta føroyska listafólkið í sínum ættarliði, men hon hevur eisini ein týðiligan feministiskan grundvøll, sum gevur eina serliga mentanarliga og intellektuella vídd í listini.
Listasavn Føroya gleðir seg til at bjóða til eina umfatandi framsýning við hesum spennandi unga listafólki.
Vælkomin á Listasavn Føroya!




