Listafelag Føroya tók fyrstu ferð stig til at gera eina listaframsýning sum part av ólavsøkuhaldinum í 1948. Síðani tá er framsýningin vorðin ein siðbundin partur av ólavsøkuni.
Hvørt ár bjóðar Listafelagið einum nýggjum fyriskipara at gera framsýningina. Hesa ferð er tað Tormóður Djurhuus, sum stendur fyri framsýningini.
Listafólkini, ið eru við á framsýningini, eru:
Tróndur Patursson, Beinta Ísfeld Bejarano, Marianna Højsted Horsdal, Rakel Helmsdal, Rikke Bak, Elin Josefina Smith, Maria Luihn, Dania Jóannesardóttir Lava, Marianna Beritardóttir, Zacharias Heinesen, Gvøðny Maria Áarstein, Æsa Tróndardóttir Frýdal, Fríða Berg, Torbjørn Olsen, Ole Wich, Jóhan Mørkøre Nordskar, Bárður Jákupsson, Sunniva Ingrið Jacobsen, Maria Smith, Julia Carlsson, Anker Mortensen, Marie Desirée Holm-Jacobsen, Guðrið Poulsen, Edith Mørkøre og Tordis Vang Guttesen.
Ólavsøkuframsýningin letur upp tann 28. juli kl. 15.
Savnið er opið ólavsøkuaftan og ólavsøkudag frá kl. 11-20.
Hjartaliga vælkomin!
Listaverk: Marianna Højsted Horsdal