Træðrir
6 September 2024 - 6 March 2025

«Træðrir» er ein framsýning við fimm installatiónum, sum fimm føroysk samtíðarlistafólk hava gjørt. Listafólkini eru Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Maibritt Marjunardóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Alda Mohr Eyðunardóttir. Í hvør sínum rúmi og við hvør sínari tilgongd sýna tey fram listaverk, ið viðgera tráðin - evnisliga og tilfarsliga. Úrslitið er ein framsýning við fjølbroyttum úttrykki og við verkum, ið viðgera ymisk sosialpolitisk evni.

Træðrir og klæði eru ein innbygdur partur av okkara gerandisdegi. Vit verða ballað inn í klæði, tá vit eru fødd; vit leggja klæði um lekjandi sár; vit liggja saman í seingjarklæðum. Okkara kroppar hava áhaldandi samband við træðrir av ymsum slag, og vit hava øll ein ótilvitaðan kunnleika til træðrir sum tilfar. Træðrir eru ongantíð neutralir. Í Føroyum hava vit eina sterka bindisiðvenju og søguligt tilknýti til ull og garn. Ullin er lødd við kenslum og hollari vitan um føroyskan siðaarv. Verkini á framsýningini hava føroysku siðvenjuna í bakinum, tó við einum samtíðarúttrykki, ið brýtur frá tí, ið vit kenna til føroyskt handverk.

Framsýningin ber boð um, at vit í dag eru partur av umheiminum við atgongd til heimsfevnandi tilfar og tøkni. Somuleiðis eru vit ávirkað av somu rákum og kjaki, ið røra seg í londunum kring okkum. Hvussu kunnu sosialpolitisk evni lýsast ígjøgnum knútar, flættur og fløkjur? Og hví er tað upplagt at tosa um viðkvom evni ígjøgnum klæði? Hvussu ein tráður er gjørdur, hvørjar dygdir ein tráður hevur, og hvat hann hevur verið brúktur til, er alt við til at skapa hjátýdningar til tey einstøku verkini á framsýningini.

Tað liggur ein opinleiki í einum tráði. Hann er fyltur við møguleikum, áðrenn hann fær ásett eitt skap ella eina funktión. Ítøkiliga er tað eitt band, ið kann brúkast til at bøta, knýta og binda, men sum eisini kann lata aftur ella temja. Meira abstrakt kunnu træðrir knýta okkum saman. Ein tráður kann skapa spenningsmyndir í talumáli, so sum “at hanga í tunnum tráði”. Hugtøk so sum “kellingaknútar” og “sálarfløkjur” eru ímillum tey, ið fylla klivarnar á framsýningini, ið er bæði ítøkilig og abstrakt.

 

Tak niður miðlapakka við myndum her <<

 

Viðkomandi slóðir:

Grein: "Nýggj sýning letur upp á Listasavni Føroya", Tordis Vang Guttesen, in.fo (4. septembur 2024)

Back to the exhibition
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17

(1th Thursday every month 11 - 20)

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16







Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands