Listafelag Føroya skipar fyri afturvendandi ólavsøkuframsýningini á Listasavni Føroya, og hvørt ár bjóðar Listafelagið einum nýggjum fyriskipara at gera framsýningina. Í ár stendur Alda Mohr Eyðunardóttir, listakvinna, fyri framsýningini.
Søguligir karmar:
Í fleiri áratíggju hevur Ólavsøkuframsýningin verið ein tryggur karmur kring føroyskt mentanarlív, eins og hon hevur havt avgerandi týdning fyri føroysku listasøguna sum eitt byrjanar- og savningarstað hjá føroyskum myndlistafólki. Seinastu mongu árini hevur Listaskálin verið karmur um Ólavsøkuframsýningina, men nú skálin skal umvælast, er ársins framsýning flutt inn í teir fimm klivarnar og Vetrarstovuna í førstu framsýningini á Listsavni Føroya. Rúmini deila framsýningina upp í seks partar, sum hvør í sínum lag húsa verkunum, ið tey 13 luttakandi listafólkini hava skapt til høvið.
Um framsýningina:
Í dagsins samfelagi hava vit lyndi til at seta tað trupla í klombur. Tað, ið er ringt at skilja, stoytir okkum ella rætt og slætt er ov ræðuligt at bera. Tá ið vit koyra trupulleikar í klombur, gerst tað lættari at hyggja burtur, men er tað veruliga lættari í longdini? Framsýningin viðger klombrini. Hvussu kunnu vit støðast í teimum ella við teimum? Og ber yvirhøvur til at sleppa burtur úr teimum? Hóast vit vita, at verða vit verandi í teimum, kann tað hava ræðuligar avleiðingar. Kunnu vit fara aftur til áðrenn ella fram til eftir, at vit vóru ílatin klombrini? Ella er tað í veruleikanum best at royna at sprutta úr ílatinum sum best ber til? Listaverkini á ársins framsýning eru skapt ígjøgnum samrøður, tí tað er við samrøðu, at vit kunnu kenna okkum minst einsamøll ella maktarleys, tá ið tað kemur til klombrini í okkara lívi. Við listini ber til at steðga á og geva sær far um tað, sum annars verður sett til viks, goymt burtur í klombrunum.
Hesi eru við á framsýningini:
Anný Djurhuus Øssursdóttir
Bjørk Ellindsdóttir Frýdal
Dan Helgi Helgason í Gong
Femja Haack
GUT// productions & Leikhús SKIFT
Katla Lave Næs
Laila Mote
Rannvá Holm Mortensen & Guðrið Poulsen
Sigmund V. P. Zachariassen & Gwenael Akira Helmsdal Carré
Supervisjón
Tróndur Dalsgarð
Vár Samuelsen
Vár B. Árting við RIVA
Á ólavsøku:
Ólavsøkuaftan 28. juli kl. 15 letur ársins Ólavsøkuframsýning upp á Listasavni Føroya. Performance-framførslur eru millum kl. 15-16.
28. og 29. juli er Listasavn Føroya opið kl. 11-20.
Framsýningin er opin til og við týsdagin 20. august, og Listasavn Føroya er opið allar dagar frá kl. 11-17.