Time Out of Time - A Silent Drama
17 May 2024 - 21 July 2024

Fríggjadagin 17. mai letur framsýning upp við listakvinnuni Anný Djurhuus Øssursdóttir.

Listakvinnan Anný Djurhuus Øssursdóttir er eitt av ungu føroysku listafólkunum, ið er undir útbúgving á akademiinum í Keypmannahavn. Hon hevur verið virkin á føroyska listapallinum í nógv ár við verkum, ið líkjast burturfrá tí, ið vit kenna til list í Føroyum. Hennara verk spenna víða, og hon arbeiðir við ymiskum tilfari og gerandislutum, ið hon setir saman til støðumyndir, ið fáa okkum at steðga á og undrast - júst sum góð list kann. Anný hevur sýnt fram ymisk støð, ið vit vanliga ikki seta í samband við framsýningarhøli, eitt nú í viðarlundini í Havn.

Seinastu árini hevur hon arbeitt við at skapa baktjøld til heimligar, stillførar hendingar. Eitt slag av pallseting, ið setir sjóneykuna á húsið sum skap, ið er karmur um ymisk sosial-, andlig- og samfelagsviðurskifti. Framsýningin “Time Out of Time” er ein slík installatión, har kenslulødd rúm gerast minnisgoymslur, fullar av nostalgi og undran.

Minnisgoymslurnar í verkunum hjá Anný vekja bæði góð og mein minni. Í umhvørvunum, ið lýst vera, kemur eitt íborið tvílyndi til sjóndar. Stundum geisla tey hita við sólarljósi og fjálgum huglagi. Um somu leið dvølur ein órógv undir, har tað ókenda rúmið og tann nívandi tómleikin gevur hugflognum rúmar ræsur. Hugsaður ótti, ið kann forða einum barni at fara upp trappurnar út móti skýming, ella tann rópandi tómleikin, ið rakar heimið, tá familjan er farin hvør til sítt. Áskoðarin stígur inn í eitt trúnaðarrúm uttan at verða boðin inn og kann bert ímynda sær, hvat er farið fram áðrenn tøgnin tók yvir. Tær kámu fotomyndirnar av heimligu umhvørvunum hava eitt afturlítandi huglag og leggja upp til, at vit bæði skoða úteftir og inneftir. Á hendan hátt megnar Anný at siga eina søgu um gyklað minni, ið bæði eru persónlig og almenn.

Framsýningin “Time Out of Time - A Silent Drama” letur upp 17. mai á Listasavni Føroya.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Back to the exhibition
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16

From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17










Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands