Ljós og litir - Tróndur og Brandur Patursson
16 February 2024 - 7 April 2024

Tróndur Patursson (f. 1944) er ein av okkara mætastu listamonnum, og seinastu árini hevur Brandur Patursson (f. 1977), sonur Trónd, eisini tikið seg inn á fremstu røð á listapallinum. Teir hava í mong ár arbeitt við listini lið um lið. Síðan Brandur var heilt ungur, hevur hann hjálpt pápa sínum við listaligum uppgávum og nú kann sigast, at Tróndur hjálpir Brandi líka nógv. Teir hava í felag prýtt kirkjur og onnur almenn støð við glæsiligari list, bæði í Føroyum og úti í heimi. Hóast samanflættaða arbeiðislívið so hava teir hvør sítt listaligt úttrykk.

Fyri Trónd Patursson hevur tað alstóran týdning at lýsa náttúrukreftirnar, ið hann sjálvur so mangan hevur kent á egnan kropp á ævintýrferðum kring heimsins høv. Spegilskendu náttúrulýsingarnar lýsa tað endaleysa kosmiska rúmið, har markið ímillum himmal og jørð hvørvur, og ein gerst eitt við náttúruna. Verkini eru fylt við spenningi og dramatikki. Um verkini hjá Tróndi eru á lørifti ella úr glasi, so er tað altíð dýpið í litunum, ið sermerkir verkini. Tróndur hevur serligan kunnleika til litir, og hansara bjørtu temperamálningar megna at umseta litir til eitt kensluborið mál, ið stundum er fylt við melankoli. 

Brandur Patursson arbeiðir serliga við glasi og filmi. Við ljósi og uppvørpu á stórar glasformar manar hann fram lættar luftkendar endurspeglingar, ið eru støðuleysar sum sólglottar. Ígjøgnum glasskulpturarnar, ið mangan hava kropsligt skap, koma gandakendar verur, ið stundum líkjast anatomiskum x-raymyndum. Brandur megnar at lýsa menniskjanáttúru frá einum viðbreknum sjónarhorni. Hann fangar tað, sum ikki er eyðsýnt. Innara síðan av glasverkinum verður upplýst og rúmið verður fylt við litspæli, skuggum og sál. Verkini eru fylt við kontrastum. Tey eru bæði tung og luftkend, still og livandi, litrík og gjøgnumskygd. 

Ljós og litir spæla ein týðandi leiklut í listini hjá feðgunum Patursson, og tilfarsliga eru felagseyðkenni, tó er munur á, hvussu teir brúka sama tilfar. Evnislýsandi eru eisini felagseyðkenni, har náttúran gongur aftur á ymiskan hátt, bæði í landslagnum og í menniskjamenskuni. Á hesi framsýningini uppliva vit nøkur av teirra høvuðsverkum, og so líta vit eisini aftur á tað farna, nú Tróndur hátíðarheldur 80 ára føðingardag í mars. 

 

Back to the exhibition
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
The National Gallery is closed from 16th Dec 2024 - 15th Jan 2025.

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16

(1th Thursday every month 11 - 20)

From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17








Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands