“Mit foretrukne udstillingslokale er dit kranie” – soleiðis sigur listamaðurin Ole Wich, sum í ár fyllir 70. Hann hevur seinastu 35 árini verið ein virkin listamaður á føroyska listapallinum.
Sitatið omanfyri sigur ikki sørt um, hvussu listamaðurin arbeiðir og hugsar. Verkini hjá Ole Wich fevna breitt, tá mann hyggur at tilfari og úttrykki. Men onkursvegna er ein reyður tráður í tilgongdini og í evnunum, hann viðger. Flestu verkini eru eyðkend fyri at vera konseptuell og hava røtur í avantgarde-listini. Í konseptlist er tað hugskotið ella konseptið handan listaverkið, sum hevur størstan týdning, meðan avantgarde-listin er kend fyri at vera framfús og slóðbrótandi, tí hon bjóðar verandi hugtøkum, formum og skipanum av.
Ole Wich hevur arbeitt nógv við at viðgera samfelagslig viðurskifti gjøgnum listina, og hesi verk eggja bæði til samrøður og stundum kjak. Tað eru evni sum nationalisma, rúmligheit og náttúrufyrisiting í Føroyum, sum ganga aftur í listini hjá Ole Wich. Eisini eru verk, ið viðgera føroyska listapallin og listina sum miðil. Á konseptuellan hátt skapar Ole Wich listaverk, ið bjóða okkara fatan av veruleikanum av. Gjøgnum listina miðlar hann beinrakin og áhugaverd sjónarhorn, sum seta tankar í gongd - og sostatt fær listamaðurin atgongd til ‘skallan’ á okkum. At brúka listina til at viðgera samfelagslig evni og rák gevur eitt øðrvísi útgangsstøði fyri samrøðum og nýggjum sjónarhornum - og tað skal til viðhvørt!
Ole Wich hevur bjóðað fjøllistamanninum Goodiepal at velja út verk til framsýningina, ið tískil eitur “retrOWspektIv – Ole Wich sambært Goodiepal”.
Í sambandi við 70-ára dagin hevur Ole Wich savnað øll síni verk í nýggju bókini »Autobiografisk oeuvre – frem til 2023«. Í bókini eru bæði myndir og tekstur til verkini, ið listamaðurin hevur skrivað. Bókin verður løgd fram, tá framsýningin letur upp og fæst til keyps á Listasavni Føroya.
Framsýningin letur upp á Listasavni Føroya tann 27. oktobur kl. 16-18. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Framsýningin er stuðlað av Mentanargrunni Landsins.