Joel Cole: "Identity"
6 October 2023 - 11 December 2023

Joel Cole (f. 1968) sýnir fram á Listasavni Føroya við eini røð av fjølbroyttum listaverkum. Høvuðstátturin á framsýningini er “samleiki”, eins og heitið vísir á. Til framsýningina hevur listamaðurin arbeitt við at skapa eitt myndamál, har til ber at tosa um samleika, seta spurnartekn við hugtakið sjálvt og millum annað grunda um, hvat tað merkir at hava ein samleika.

Joel Cole er føddur í Minnesota í Amerika í 1968 og vitjaði Føroyar fyri fyrstu ferð í 1986. Hann hevur havt eitt tætt tilknýti til Føroyar líka síðani og hevur búð og virkað í Føroyum síðani 2011. Listamaðurin arbeiðir serliga við lívrunnum tilfari og evnar forvitnislig, organisk listaverk, oftast úr ymsum timbri og basalti.

Viðurin, sum listamaðurin brúkar til síni verk, stavar fyri tað mesta frá dalinum við Minnesota River, ið er tætt við býin, har hann vaks upp. Tað er timbur, ið Joel Cole sjálvur hevur felt og fingið til vega. Samstundis nýtir listamaðurin føroyskt basalt til fleiri av verkunum. Til framsýningina “Identity” hevur hann eisini arbeitt við glasi; eitt tilfar, ið er púra nýtt í virkinum hjá listamanninum.

Afturvendandi í mongum av listaverkunum eftir Joel Cole er, at tey á ein ella annan hátt ofta snúgva seg um evni so sum heim, uppruna og tilgongdina at flyta frá einum staði til ein annan. Hetta kemur millum annað til sjóndar í samansetingum av ymsum sløgum av viði og øðrum tilfari, har dentur er lagdur á møtið millum ymiskar tilfarsligheitir, ið ikki altíð tykjast at passa harmoniskt saman hvør eftir øðrum, men skapa áhugaverdar mótsetningar og mótspæl.

Back to the exhibition
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16

From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17










Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands