Listasavn Føroya - fortíð, nútíð og framtíð
16 June 2023 - 22 October 2023

Fyri 30 árum síðani læt Listasavn Føroya dyrnar upp við plássi til stóra savnið av føroyskari list, sum gjørdist kjarnin í virkseminum hjá savninum fyri at innsavna, varðveita, granska og miðla føroyska list.

Her verður søgan um savnið søgd: Hvussu savnið varð sett á stovn, hvønn leiklut tað hevur í dag, og hvørjar burðardyggar ætlanir, ætlanin er at seta í verk í framtíðini.

Lunnar undir Listasavn Føroya vórðu lagdir í 1941, tá áhugafelagið Listafelag Føroya varð sett á stovn við tí endamáli at gera og nøra um eitt føroyskt listasavn við at keypa føroysk listaverk. Eftir 2. veraldarbardaga stovnaði Føroya Landsstýri “Føroya Almenna Listasavn” við sama endamáli: at skapa eitt alment savn av list í sínum egna bygningi. Landsstýrið keypti nógv sermerkt listaverk frá føroyskum listafólkum.

1970 – LISTASKÁLIN, EIN SKÁLI LETUR UPP

Limirnir í Listafelagi Føroya stóðu fyri at byggja tað fyrsta húsið til føroyska list. Við stuðli frá føroyskum vinnulívi, privatpersónum, grunnum og landsstýrinum, og einum øki í Gundadali frá Tórshavnar kommunu, varð ein listahøll vígd í 1970. Bygningurin varð teknaður av Jákup Paula Gregoriussen arkitekti, og við hesum fingu listaverkini hjá Listafelagnum og Landsstýrinum sín fyrsta heimstað. Savnið vaks støðugt í vavi, og skjótt gjørdust karmarnir ov trongir.

1993 – EITT HØVUÐSSAVN TIL LIST VERÐUR SETT Á STOVN

Listasavn Føroya varð sett á stovn í 1989, tá Føroya Landsstýri læt Listasavninum sítt stóra savn av list. Við sama høvi læt Listafelag Føroya eisini savnið og bygningin til nýstovnaða almenna stovnin. Síðani hesa gávumildu avhending hevur Listasavn Føroya verið ein mentanarstovnur, sum Landsstýrið hevur stuðlað.

Fyri at fáa pláss til søvnini hjá Listafelagnum og Føroya Landsstýri mátti eitt listasavn eftir tátíðarinnar ávísingum byggjast. J.P. Gregoriussen arkitektur fekk aftur uppgávuna, og í samstarvi við danska arkitektin Niels Frithiof Truelsen, teknaði hann eitt sermerkt savn.

Tann 18. juni 1993 varð almenningurin bjóðaður inn í eitt ljóst savn, har listin, listafólkini og gestirnir fingu týðandi nýggjar karmar.

Hesi eru høvuðsstuðlar av byggiverkætlanini í 1993: Augustinus Fonden, Føroya Landsstýri, Tórshavnar kommuna, Velux Fonden, Knud Højgaards Fond og Beckett-Fonden.

Við hesa framsýning hyggja vit eyðmjúk aftur á tey 30 ár, ið eru farin, hyggja vit nú at teimum komandi 30 árunum við ágrýtni.

Komið við á ferð inn í framtíð Listasavnins, tá nýggj framsýning letur upp 16. juni kl. 16. Framsýningin tekur okkum við aftur til byrjanina, til dagin í dag og leiðir okkum inn í eina bjarta framtíð fyri føroyska list.

 

Les meira um framtíðar ætlanir her <<

Back to the exhibition
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16

From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17










Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands