Listafelag Føroya skipar fyri afturvendandi ólavsøkuframsýningini á Listasavni Føroya, og hvørt ár bjóðar Listafelagið einum nýggjum fyriskipara at gera framsýningina. Í ár stendur Kirstin Helgadóttir, grafikari og listakvinna, fyri framsýningini. Hon hevur bjóðað 28 ymiskum listafólkum at sýna fram undir felagsheitinum Gerandis opinberingar.
Listafelag Føroya tók fyrstu ferð stig til at gera eina listaframsýning sum part av ólavsøkuhaldinum í 1948. Síðani tá er framsýningin vorðin ein týdningarmikil og siðbundin partur av ólavsøkuni.
Í ár varpar ólavsøkuframsýningin ljós á tað gerandisliga, ið myndar okkara samtíð. Kirstin Helgadóttir greiðir frá, at heitið og framsýningin leggja upp til, at vit hugsa um, hvussu vit liva í dag – bæði í gerandisdegnum og okkara hugburður til stór samfelagsevni. Listaverkini á framsýningini eru fjølbroytt, men samstundis viðgera tey evni, sum vit eru saman um at uppliva. Fleiri listaverk pallseta náttúru, onnur hava eina politiska agenda, varpa ljós á kærleika, felagsskap, einsemi og lívmargfeldi. Á framsýningini eru lærd og sjálvlærd, ung og eldri.
Kirstin Helgadóttir hevur gjørt nógv burtur úr skránni til framsýningina, sum umframt skrá er ein plakat, eitt verkyvirlit, ein lutaseðil og eitt savn av søgum. Beinir Bergsson, rithøvundur, hevur skrivað smáar søgur – smáar opinberingar - til Gerandis opinberingar. Teksturin er flættaður saman við verkunum á framsýningini, soleiðis at gestirnir á Listasavninum kunnu fara á eina skaldsliga ferð í myndlistini og lata orð og myndir leggja aftrat hvørjum øðrum.
Ólavsøkuaftan 28. juli kl. 15 letur ársins ólavsøkuframsýning upp á Listasavni Føroya. Hilmar Høgenni, formaður í Listafelagi Føroya, bjóðar vælkomin. Kirstin Helgadóttir, kurator, greiðir frá framsýningini, og Beinir Bergsson lesur tekst, sum er skrivaður til framsýningina. Øll eru hjartaliga vælkomin.
28. og 29. juli er Listasavn Føroya opið kl. 11-20. Framsýningin er opin til og við sunnudagin 13. august, og Listasavn Føroya er opið allar dagar frá kl. 11-17.