Tónar í list
25 August 2023 - 4 February 2024

Tónleikur og myndlist eru í nógvar mátar tætt knýtt. Kendasta dømið um hetta er helst ein av slóðbrótarunum innan abstrakta list, Wassily Kandinsky (1866-1944). Kandinsky var sera ávirkaður av tónleiki og fekk stóran íblástur frá tónleikinum til myndlist sína. Hann var sannførdur um, at tónleikur kundi vísa vegin til eina nýggja list, ið ikki var ávirkað av, hvussu lutir, landsløg ella fólk osfr. síggja út, men heldur kundi vísa ein inniligan, kensluligan sannleika. Av somu orsøk sæst eisini ein ávísur musikalitetur aftur í nógvum at listaverkunum eftir Kandinsky.

Tað sama er galdandi fyri fleiri av føroysku listafólkunum. Millum annað William Heinesen, Frits Johannesen og Astri Luihn hava arbeitt nógv við myndevnum, ið á ein ella annan hátt snúgva seg um tónleik. Meðan William Heinesen hevur gjørt nógvar hugfarsligar og skemtiligar myndir av eitt nú víðagitnum tónaskøldum og tónleikarum, arbeiðir Astri Luihn hinvegin við meiri abstraktum málningum, sum ofta eru málaðir til tónleik ella snúgva seg um ávís kvæði.

Á framsýningini kanst tú uppliva eitt breitt úrval av listaverkum eftir føroysk myndlistafólk, sum hava verið serliga hugtikin av tónlistini. Listaverkini lýsa og arbeiða við tónleiki á nógvar ymsar hættir og ígjøgnum ymiska tøkni. Framsýningin fevnir um eitt nú málningalist, grafikk, skurðmyndir, foto og video.

Við á framsýningini eru verk eftir hesi listafólk:

William Heinesen, Hansina Iversen, Ingálvur av Reyni, Frits Johannesen, Astri Luihn, Anna Katrin Ø. Egilstrøð, Marianna Mørkøre, Rannvá Káradóttir, Sven Havsteen-Mikkelsen, Maria Tórgarð, Sámal Joensen-Mikines, Olivur við Neyst, Janus Kamban, Jóna Rasmussen, Margrethe Odgaard, Zacharias Heinesen, Heðin Ziska Davidsen, Guðrið Poulsen, Ole Wich, Ingi Joensen, Elin Josefina Smith, Vígdis Petersen, Bjarne Werner Sørensen, Heiðrik á Heygum, Philippe Carré.

 

Viðkomandi slóðir:

Røða frá ferniseringini 25. august 2023 við Karinu Lykke Grand, stjóri

Miðlamappa (myndir + tekstir)

Undirvísingartilfar til "Tónar í list" (ætlað 1. - 6. flokkum í fólkaskúlanum)

Back to the exhibition
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17

(1th Thursday every month 11 - 20)

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16







Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands