Myndir í trúnni
3 February 2023 - 21 June 2023

Trúgv kann vera nógv ymiskt. Ein átrúnaður, ein sannføring, yvirtrúgv, okkurt eksistentielt, okkurt abstrakt.

Í føroyska samfelagnum hevur trúgv fylt ógvuliga nógv, og tað ger hon í stóran mun enn í dag. Taka vit átrúnað, er tað serliga kristindómurin, sum fyllir nógv í Føroyum. Áðrenn Føroyar vórðu kristnaðar, var tað Ásatrúgv, eisini nevnd norrøna gudalæra, sum var høvuðstrúgvin undir fornøld og víkingatíðini. Hægstu gudarnir, eisini kallaðir æsir, vóru í Ásatrúnni Óðin og Tórur.  

Í dag eru fleiri enn 140 kirkjur og samkomuhús í Føroyum. Kirkjurnar hava flest allar eina altartalvu, og tískil hava tær eisini verið nøkur av fáum almennum støðum, har tað hevur verið møguligt at síggja list. Gjøgnum tíðirnar hava listafólk nevniliga skapt óteljandi stórverk og altartalvur til ymsar kirkjur, tempul og samkomur eftir bílegging. Hetta er ikki bara galdandi fyri Føroyar men fyri alheims- og serliga evropeisku listasøguna eisini. Av somu orsøk hava átrúnaðarlig myndevni eisini ein sera stóran og týðandi leiklut í alheimslistasøguni. Vit kenna millum annað myndevni so sum “Hin heilaga kvøldmáltíðin,” “Krossfestingin,” og “Pietà,” sum vísir Mariu Moy við deyða soni sínum í fanginum. Tí kann eisini sigast, at trúgv og list hava verið sera tætt knýtt hvør at øðrum søguliga sæð. Ikki minst, so hevur list teir eginleikar, at hon kann skapa nærum andaligar upplivingar.

Men hvussu er trúgv avmyndað í føroysku listini? Tað ber til at síggja á hesi framsýningini. Framsýningin sýnir fram eitt breitt úrval av listaverkum, ið viðgera trúgv. Eldsta verkið á framsýningini er frá 1842, og nýggjasta verkið er gjørt í 2022. Meðan summi av verkunum snúgva seg um kristindóm, snúgva onnur seg um norrønu gudalæruna, umframt eina meiri abstrakta, andaliga trúgv.

 

Við á framsýningini eru verk eftir hesi listafólk:

Astrid Andreasen, Jóhan Martin Christiansen, Edward Fuglø, Sigrun Gunnarsdóttir, Heiðrik á Heygum, William Heinesen, Astri Luihn, Oggi Lamhauge, Marianna Matras, Anker Mortensen, Rannvá Holm Mortensen, Sámal Joensen-Mikines, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Eli Smith, Vár Samuelsen, Eleanor C. Tscherning og Tita Vinther.

 

(Miðlapakki við myndum er at finna her.)

Undirvísingartilfar til "Myndir í trúnni" (4.-7. flokkar)

 

Viðkomandi slóðir:

Røða hjá Karinu Lykke Grand, stjóri á Listasavni Føroya (fernisering 3. februar 2023)

Setanarrøða hjá Theodor Eli Dam Olsen, prestur, fernisering 3. februar 2023

 

Anna Maria Dam Ziska greiðir frá - ("Ljóarin", Kringvarp Føroya, 2. feb. 2023)

Ummæli: "Myndir í trúnni", Birgir Kruse (2. februar, 2023)

Ummæli: "Myndir í trúnni", Kinna Poulsen (2. februar, 2023)

Ummæli við teologunum Armgarð Arge og Theodor Eli Dam Olsen ("Ljóarin", Kringvarp Føroya, 8. feb. 2023)

Ummæli: "Tá trúgv fær kropp", Dorit Hansen (Sosialurin,17. februar, 2023)

Back to the exhibition
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
The National Gallery is closed from 16th Dec 2024 - 15th Jan 2025.

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16

(1th Thursday every month 11 - 20)

From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17








Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands