Framsýning er møgulig at uppliva frá 29. septembur og fram til 30. oktobur 2022.
Ímynda tær, hvussu Føroyar høvdu sæð út, um tær vórðu avmyndaðar av størstu listafólkum í søguni?
Henda spurning hava vit sett heimsins mest framkomna eftirgjørda mynda-intelligensi (artificial intelligence).
Úrslitið sæst á hesi framsýning.
Hvat er eftirgjørdur mynda-intelligensur?
Eftirgjørdur intelligensur hevur verði brúktur at skapa myndir síðani mitt í 1950’unum.
Tá vóru tað í høvuðsheitum granskarar, sum brúktu tøknina, men í dag er hon nógv meira atkomulig. Samstundis sum algoritmurnar gerast neyvari, so eru alsamt fleiri pallar, sum útvega myndageneratorar, ið eru grundaðir á eftirgjørdan intelligens.
Tøknifrøðin frá teirri sokallaðu “fjórðu ídnaðarkollveltingini” mennist so skjótt, at tá henda framsýning letur upp, eru nýggj tøknifrøðilig frambrot mest sannlíkt longu á veg.
Hvussu gongur tað fyri seg?
Við støði í orðum skapar tann eftirgjørdi intelligensurin digitalar myndir, sum eisini verða kallaðar prompts. Generatorurin greinar, við hjálp frá algoritmum, tey inntøppaðu orðini og samanber milliardir av myndum. Fyri at skapa eina einstaka mynd verða milliardir av líkningum brúktar til at seta myndevni, stílslag og val av liti saman.
Men tá saman um kemur, kann eftirgjørdi intelligensurin bert skapa eins áhugaverdar myndir sum tey inntøppaðu orðini, sum maskinan fær.
Tí er alt hetta treytað av menniskjuni og okkara ímyndanarevnum.
Vælkomin á hesa framsýning og góðan stuttleika við at royna eftirgjørda mynda-intelligensin, sum við hesi framsýning fyrstu ferð í søguni hevur vunnið sær pláss á einum almennum listasavni.
Slóðir:
Røða hjá Karinu Lykke Grand, stjóri á Listasavni Føroya (fernisering, 29.09.22)
Undirvísingartilfar (ætlað 7. - 10. flokkum í fólkaskúlanum og miðnámi)
Kringvarp Føroya, Góðan Morgun Føroyar, 03.10.22