Í tíðarskeiðinum 26.08.2022 – 16.01.2023 er stór serframsýning við samtíðarlist á Listasavni Føroya.
Framsýningin ”Brot” leggur dent á føroyska samtíðarlist í stórum vavi. Listaverkini á framsýningini eru nevniliga fjøltáttað brot úr føroysku samtíðarlistini. Heitið sipar harumframt eisini til frambrot, nýbrot, og tað at bróta frá siðvenjum.
Tosa vit um føroyska list, er tað ofta naturalistiskir landslagsmálningar við olju á lørifti, ið koma til hugs, av teirri góðu orsøk, at hetta slagið av list fyllir serliga nógv í føroysku listasøguni og hevur verið sterk siðvenja í Føroyum í øldir. Í 1960´unum og 1970´unum flyta vit okkum tó longri og longri frá naturalistiska málninginum og afturkenniliga myndevninum og nærkast abstraktiónini við slóðbrótarum sum Jack Kampmann og Ingálvi av Reyni. Men hvat sermerkir føroyska list í dag? Hevur føroyska samtíðarlistin nøkur felagseyðkenni?
Listaverkini á framsýningini hava tað í felag, at tey rannsaka nýggj úttrykk, nýggja tøkni, ella nýtt tilfar, og at tann siðbundna, naturalistiska endurgevingin av einum ítøkiligum myndevni er slept. Øðrvísi tilfar so sum byggiskúm, mylar, mjólkarpakkar og mangt annað er at síggja á framsýningini, meðan meira siðbundið tilfar so sum oljumáling og ull verður nýtt á ein hátt, ið víkur frá føroysku siðvenjuni.
Verkini á framsýningini koma inn á fleiri øki og viðgera fjøltáttað evni. Evni sum til dømis tað kropsliga, sambond og burðardygd verða tikin upp, umframt at fleiri av verkunum sipa til rák í alheimslistasøguni. Hóast verkini eru sera fjølbroytt, fáa tey ein felagssamanhang í framsýningarhølinum. Tey tosa saman og siga okkum nakað um tað, sum rørir seg í samtíðarlistini og í samfelagnum í Føroyum í dag.
Listafólkini, ið eru við á framsýningini, eru:
Alda Mohr Eyðunardóttir, Anný Djurhuus Øssursdóttir, Hansina Iversen, Jens Dam Ziska, Jóhan Martin Christiansen, Jón Sonni Jensen, Kirstin Helgadóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Randi Samsonsen, Rannvá Kunoy og Silja Strøm.
Listaverk: Silja Strøm, Quiet Ordinary Things, 2021. Eigari: Føroya Politi og Bygningsstyrelsen.
Tak niður framsýningarbókling (PDF) her <<
(Miðlapakki við myndum er at finna her.)
Viðkomandi slóðir:
Ummæli: "Í stórum broti og skiftandi ljósi", Birgir Kruse (25. august 2022)
Ummæli: "Brot", Kinna Poulsen (27. oktober, 2022)
Anna Maria Dam Ziska greiðir frá (53:42) - ("Ljóarin", Kringvarp Føroya, 8. sep. 2022)
Framsýningin er stuðlað av: