Listasavn Føroya hevur í 2021 móttikið eina stóra gávu frá einum privatum eigara í Danmark. Talan er um eina milliónagávu við heili 8 listaverkum eftir Sámal Joensen-Mikines (1906-79). Málningarnir vera nú sýndir fram samlaðir í einum rúmi fyri seg.
Málningarnir eru frá tíðarskeiðnum 1931-62. Tey ymisku myndevnini bera eisini boð um, at málningarnir fevna um eitt langt tíðarskeið. Tann elsta av teimum átta myndunum er Landslag í sól frá 1931, sum Mikines málaði 25 ára gamal. Mikines gekk tá á Kunstakademiinum í Keypmannahavn. Eitt sindur seinni fór Mikines eisini undir at mála kristin myndevni, og tað síggja vit eisini í tveimum málningum frá 1944 og 1945. Legg til merkis, at Mikines her hevur málað ein føroyskan róðrarbát inn í kristna myndevnið. Mikines hevur eisini málað fleiri myndir við donskum myndevnum. Vit síggja millum annað eina landslagsmynd av Bovbjerg í Vesturjútlandi og ein stóran málning av einum jóansøkubáli.
Hesir átta málningarnir við týdningarmiklum listaverkum eftir listamannin eru ein stórsligin gáva til samlingina av Mikines-málningum. Um tit hava hug at síggja fleiri málningar eftir listamannin, kunnu tit vitja rúmini “Havið”, “Landslagið”, “Siðvenjur” og “Portrett”.
Sjónvarpssendingin "Lyst" vitjaði framsýningina og prátaði við stjóran Karinu Lykke Grand - innslagið kann síggjast her.