Várframsýningin 2021
16 April 2021 - 16 May 2021

Várframsýningin er ein afturvendandi framsýning á Listasavni Føroya, sum Føroysk Myndlistafólk skipa fyri. Føroysk Myndlistafólk er felagið fyri føroysk yrkismyndlistafólk. Felagið virkar fyri áhugamálum hjá føroyskum myndlistafólkum og at geva føroyskari myndlist góðar umstøður at mennast. Sum ein partur av hesum arbeiði hevur felagið síðani 1990 skipað fyri eini sensureraðari framsýning, sum verður sýnd fram um várið. Limirnir í Føroysk Myndlistafólk velja tríggjar limir frá felagnum at skipa fyri framsýningini. Tað stendur øllum í boði at senda verk inn til metingar. Síðani velja fyriskipararnir burturúr rúgvuni, og tey valdu verkini verða sýnd fram. Fyriskipararnir í ár eru Hansina Iversen, Jóhan Martin Christiansen og Randi Samsonsen.

Ársins Várframsýning er fjølbroytt og bjóðar tær nógvar, serstakar listaupplivingar. Her eru stórar installatiónir, har tú kanst forvitnast í langa tíð. Her eru lítil verk við nógvum staklutum, bundin og vovin verk úr ull, líni og enntá videobondum kunnu upplivast lið um lið við eitt hypnotiserandi ljóð- og videoverk. Á framsýningini eru eisini grafiskar tekningar, fotomyndir, ein oljumálningur og eitt 12 metrar langt borð, borðreitt við nógvum symbolskum lutum. Framsýningin er sett upp soleiðis, at verkini kunnu upplivast hvør sær samstundis sum, at tey hava ymiskt í felag. Til dømis snúgva fleiri verk seg um rúm. Tað eru stór rúm, sum vit kunnu fara inn í, og smá rúm, sum vit eygleiða við frástøðu. Fleiri verk seta tóvirkið í miðdepil; tey eru vovin, bundin og sett saman av bæði siðbundnum tilfari sum líni og ull, men eisini lateks, mylar[SAD1]  og videobondum.

Á Várframsýningini 2021 luttaka Alda Mohr Eyðunardóttir, Brandur Patursson, Elin Josefina Smith, Jóanes Nielsen, Jón Sonni Jensen, Kirstin Helgadóttir, Lydia Hansen, Maibritt Marjunardóttir, Ole Wich, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Rannvá Holm Mortensen, Guðrið Poulsen, Tummas Jákup Thomsen og Vagnur Dam. Hetta eru bæði kend listafólk, og fólk, sum sýna fram fyri fyrstu ferð.

Til framsýningina er gjørdur ein faldari við upplýsingum um listafólk, heiti og tilfar.

Njótið framsýningina!

 

Back to the exhibition
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16

From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17










Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands