Í vár verða The Weather Diaries, veðurdagbøkurnar, endursagdar í forhøllini á Listasavni Føroya. The Weather Diaries er ein framsýning, sum tók skap frá 2012-2014, tá listatoymið Sarah Cooper og Nina Gorfer ferðaðust í Íslandi, Føroyum og Grønlandi og pallsettu og tóku myndir av arbeiðinum hjá 12 lokalum sniðgevum. Verkætlanin kannar røturnar í norðurlendskum móta og siga søguna visuelt. Ferðin úrslitaði í eini stórari serframsýning, sum ferðaðist altjóða.
Í Føroyum samstarvaðu Cooper & Gorfer við Barbaru í Gongini og Guðrun & Guðrun. Úrslitið gjørdist sterkar frásøgumyndir við greiðum tilvísingum til mentanararv og søgu. Listaverkini hugleiða um, hvussu nútímans sniðgeving tulkar og endurtulkar siðvenjur, og hvønn leiklut estetikkur hevur í fatan av okkara samleika.
Frá 9. apríl til 2. august ber til at uppliva The Weather Diaries endursagdar í seks stórum fotomyndum og skulpturum úr ull hjá Guðrun & Guðrun í forhøllini á Listasavni Føroya.
Njót henda filmin, sum greiðir frá verkætlanini og teimum 12 sniðgevunum.