Ólavsøkuframsýningin 2021
28 July 2021 - 22 August 2021

Grøn eru grá hús

Vælkomin á Ólavsøkuframsýningina 2021 hjá Listafelagi Føroya á Listasavni Føroya, sum í ár eitur Grøn eru grá hús.

Framsýningin er opin til tann 22. august. 

Listafelag Føroya tók fyrstu ferð stig til at gera eina listaframsýning sum part av ólavsøkuhaldinum í 1948, og síðani er framsýningin vorðin ein týdningarmikil og siðbundin partur av ólavsøkuni. Ólavsøkuframsýningin hevur ymiskar fyriskiparar hvørt ár, og í ár hevur Listafelag Føroya heitt á listakvinnuna Hansinu Iversen um at standa fyri framsýningini. Hansina Iversen hevur eggjað øllum áhugaðum at senda list inn til metingar, og við støði í hesum hevur hon valt fjølbroytt verk, sum kunnu upplivast á framsýningini.

Ársins framsýning er ein heilsan til navnframa listamannin Ingálv av Reyni (1920-2005). Málningar eftir Iistamannin eru snúningsdeplar í framsýningini, og fleiri teirra hava ikki verið sýndir fram í mong ár. Heitið Grøn eru grá hús er úr teksti, sum Karsten Hoydal skrivaði um listina hjá Ingálvi av Reyni um tað mundið, tá ið listamaðurin hevði funnið fram til sítt abstrakta, ekspressiva myndamál. Hann vónaði, at teksturin hjá Karsteni Hoydal kundi fyrireika áskoðararnar upp á tað, sum teir fóru at síggja og uppliva.

Ein faldari við kunning um listaverkini er gjørdur til framsýningina.

Vælkomin á Listasavn Føroya!

Back to the exhibition
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16

(1th Thursday every month 11 - 20)

From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17






Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands