Heimstaðurin
21 May 2021 - 18 July 2021

Heimstaðurin hevur ein serligan týdning í listini fyri nógv myndlistafólk. Framsýningin bjóðar list úr stóra savninum hjá Listasavni Føroya við verkum, sum avmynda nærumhvørvið hjá listafólkunum.

Heimstaðurin er staðurin, har ein eigur heima. Flestu okkara kenna heimstað okkara inn og út, kenna snargøturnar, hugnaligu ruturnar at ganga túr, landslagið, ljóðini, húsini og fólkini, sum búgva í teimum. Staðarsansurin ansar sær sjálvum, og vit kenna okkum trygg og rólig í heimstaðnum.

Fyri mong føroysk myndlistafólk hevur heimstaðurin ein serligan leiklut, bæði persónliga og sum myndevni. Hetta varpar Listasavn Føroya ljós á í serframsýningini “Heimstaðurin”, har listaverk hjá savninum verða sýnd fram saman við verkum, sum vit hava lænt til framsýningina.

Føroyar liggja mitt í Atlantshavinum, og staðsetingin hevur við sær, at í fleiri ártíggju hava mong leitað sær út í heim. At fara uttanlands hevur verið ein partur av lívinum hjá nógvum føroyingum - at nema sær royndir og útbúgving, av fíggjarligum ella samfelagsligum ávum, ella kanska at fylgja sínum dreymum. At uppliva mentanir og víðka sín sjónarring er myndandi og mennandi, men heimlongsilin kann vera nívandi.

Í 1930-árunum fluttu lutvíst nógvir føroyingar uttanlands, millum teirra vóru fleiri, sum fluttu til Keypmannahavnar at ganga á Kunstakademinum. Hesi komu í eina serstøðu, tá ið seinni heimsbardagi brast á, og sambandið millum heimstaðin og Danmark varð kvett. Føroyingar, sum fegin vildu heim, høvdu ikki møguleika at venda aftur. Millum hesi vóru Ruth Smith, Sámal Joensen Mikines, Elinborg Lutzen, Janus Kamban og Jóannis Kristiansen. Og myndlistin ber brá av hesum: umframt málningarnar av teimum heimligu grønu fjøllunum, kanna listafólkini sítt nærumhvørvi og mála høgar bygningar, danskar strendur og norskar skógir. Hesi verk kunnu eisini upplivast á framsýningini.

Eitt heim kann eisini hvørva, tá ið til dømis hús verða seld ella eldru ættarliðini falla frá. Tá kann ein luktur, litur ella kensla vekja eitt sterkt minni av einum heimi, sum einaferð var.

Týdningurin av at hava eitt heim verður umtalað og viðgjørd av heimssamfelagnum í teimum 17 heimsmálunum hjá ST. Heimsmál 11 “Burðardyggir býir og bygdir” og heimsmál 15 “Lívið á landi” snýr seg um at tryggja, at øll fólk hava møguleika at búgva í tryggum bústaði við neyðugum heintleikum. Býarmenning skal gerast meira burðardygg og trygg, inkluderandi og atkomulig, grøn og almenn øki skulu gerast. Vit vóna við hesi framsýning at kunna eggja fleiri til at virka fyri einum reinari umhvørvi og útinna heimsmálini.

Heimstaðurin er hugtakandi og vakur, eins og málningarnir á framsýningini vísa. Men heimstaðurin vekir eisini nógvar kenslur um hvar vit hoyra heima. Hetta setir samtíðarlistin spurningar um og viðger sum hugtak.

Back to the exhibition
+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 May - 30 September:
Monday - Sunday 11.00 - 17.00

From 1 October - 30 April:
Tuesday - Sunday 13.00 - 16.00
Closed on Mondays

Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.
+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands