TÓNAR TAKA SKAP
3 September 2021 - 31 October 2021

Fá innlit í tær listaligu tilgongdirnar handan at umseta tónleik til ein visuellan samleika í framsýningini TÓNAR TAKA SKAP við fjøllistamanninum Heiðriki á Heygum.

Listaliga arbeiðið hjá HEIÐRIK fevnir um eitt fjølbroytni av háttaløgum innan myndlist, film og tónleik. Í hesi framsýning sleppur tú at trína inn í arbeiðsrúmið hjá HEIÐRIK og koma við á eina ferð handan kreativa hugaheimin.

Í áramál hevur HEIÐRIK arbeitt saman við føroyskum listafólkum við at menna teirra visuella samleika. Í tøttum samstarvi við listafólkini og við innliti í teirra listaliga arbeiði, mennir HEIÐRIK úttrykk, ið vit sum áhoyrarar og áskoðarar seta í samband við tónleikararnar. Á framsýningini fáa vit innlit í arbeiðshættirnar hjá HEIÐRIK, og hvussu hann umsetir tónleik til eitt visuelt úttrykk. Vit fáa kennskap til listaliga samleikan, sum HEIÐRIK mennir fyri tey listafólk, hann arbeiðir saman við. Hetta kemur til sjóndar í tekningum, grafiskum verkum, klædnapløggum, rekvisittum og sjónbandaløgum. Til framsýningina eru vald út trý sjónbandaløg, ið serligur dentur verður lagdur á. Eitt av teimum er til lag hjá HEIÐRIK sjálvum.

Á hesi framsýningini fær áskoðarin innlit í eina listaliga tilgongd, ið upprunaliga ikki var hugsað til almenningin at síggja. Í fyrsta parti av framsýningini koma vit heilt nær at tilgongdini. Á vegginum hanga sokallað “storyboards” til sjónbandaløg og viðmerkingar frá listamanninum. Rekvisittir standa á gólvinum, og tann tómi stólurin framman fyri skriviborðinum mitt í rúminum vekir eina kenslu av, at listamaðurin er mitt í eini verkætlan og hevur júst reist seg. Í øðrum parti av framsýningini kann endaliga úrslitið – 8 útvald sjónbandaløg – upplivast á stórskermi, pallsett við tungum leikhúsgardinum.

Sámal Blak, pallsmiður, og Heiðrikur á Heygum hava ment og sniðgivið framsýningina.

 

FAKTA

Heiðrikur á Heygum (f. 1983)
Listamaður, filmsframleiðari og tónleikari
BA frá Icelandic Academy of Fine Art og leikstjóri frá danska filmsskúlanum Super16

Sámal Blak (f. 1983)
Pallsniðgevi
Útbúgvin frá Central St. Martins College of Art & Design

Back to the exhibition
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16

(1th Thursday every month 11 - 20)

From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17






Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands