Randi Samsonsen
10 desember 2019 - 20 august 2020

Júst nú ber til at uppliva bleytar skulpturar í forhøllini á Listasavninum. Tað er listakvinna Randi Samsonsen sum hevur bundið, hekklað og seymað teir litríku skulpturarnar.

Hvat er tað, ið hongur úr loftinum?

Listaverkini, sum síggjast í forhøllini á Listasavninum, eru bundin og hekklað, og er tað listakvinnan, Randi Samsonsen, sum stendur handan hesi verk. 

Í Føroyum eiga vit eina sterka siðvenju í bindimentan okkara. Fyrr í tíðini var alneyðugt at duga at binda, so tað var møguligt at lata alla familjuna í. Tá varð bundið úr føroyskari ull, men í dag er ov dýrt hjá føroyingum at hagreiða ullina til tógv. Í dag verður tað, ið eina ferð var ”Føroya gull”, brent og tískil ikki gagnnýtt. Frálæring í at binda er somuleiðis meira ella minni tikin úr tímatalvuni í skúlum.

Við teim bundnu listaverkunum megnar Randi Samsonsen at varpa ljós á, at føroyska bindimentanin enn livir, hóast hon er broytt  - og soleiðis fær bindimentanin nýggjar møguleikar. Tógv kan brúkast til annað enn klæði – tógv kann nýtast til at gera standmyndir.

Í listahøpi verða standmyndir ofta gjørdar úr hørðum tilfari sum marmor, gips ella bronsu, og ofta skulu líknandi standmyndir verða tilevnaðar sum kend menniskju. Bleytu standmyndirnar hjá Randi Samsonsen eru gjørdar burtur úr ulli - onkrar burtur úr bummulli, og aðrar úr hópframleiddum fleece og velourtilfari við kraftigum litum.

Hvat ímynda tey?

Summar av standmyndunum kunnu vekja hugsanir um seyðainnvølir og –yrkisgøgn. Aðrar um hendur og fingrar, ið binda. Hevur tú hugsað um, hvussu hendurnar síggja út, tá ið tú bindur? Hetta sær til tíðir púra abstrakt út – og tað er júst hetta , ið Randi Samsonsen hevur skapað til (bleytar) standmyndir. Hyggið enn eina ferð eftir standmyndunum og avgerið nú, hvør av hesum minnir mest um innvølir, og hvør minnir um menniskjans hendur, ið binda?

Hvør er ætlanin við verkunum?

Við teim bundnu og hekklaðu verkunum varpar Randi Samsonsen ljós á, at lutir, ið verða skapaðir og tilevnaðir við teim beru hondum, og sum eru gjørdir burtur úr staðbundnum vørum, eru nakað sjáldsamt. Teir flestu lutirnir, sum vit hava uttan um okkum í gerandisdegnum eru hópframleiddir hinumegin knøttin. Listasavnið setur spurnartekin við, um vit kunnu broyta hetta. Kunnu vit í størri mun nýta staðbundið tilfeingi og verja ein av okkara ríku hondarbeiðssiðvenjum?

Tó kann sigast, at føroyingar enn tann dag í dag – og hóast alheimsgerð - binda nógv. Henda siðvenja verður millum annað varðveitt í bindiklubbunum, sum harumframt styrkja um felagsskap.

Er loyvt at nerta við standmyndirnar?

Verkini hjá Randi Samsonsen eru viðkvom og sansalig, og ja – hetta gevur einum hug at nerta við verkini. Eins og við hinari listini á savninum skulu hesi verkini tó upplivast við eygunum og ikki við hondunum – so at tey ikki oyðileggjast.

Við okkara evnisborðum her í kaféini sleppur tú tó at sessast og at royna at gera eina mikrostandmynd burtur úr Silk Clay.

Aftaná kundi tú til dømis farið heim og bundið.

Góða sýning (og góðan bindihug)!

Frímerki við motivi eftir bundnu lutunum hjá Randi Samsonsen. Kennir tú hendurnar aftur?

Aftur til framsýningar
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. novembur - 30. apríl
Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 - 16.
Týsdag og mikudag er stongt.

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. oktobur
Mánadag - sunnudag kl. 11 - 17

Atgongd
Vaksin: 90 kr.
Lesandi: 25 kr.
Pensjonistar: 70 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis.

Bólkar, min. 12 vaksin: 60 kr. per persón.

Árskort til ein persón: 225 kr.
Árskort til 1+1 - tak ein vin við ókeypis: 300 kr.

Árskort geva ókeypis atgongd til savnið alt árið umframt ókeypis atgongd til rundvísingar, konsertir og tiltøk.

Við keyp av árskorti, kanst tú velja tær eina ókeypis plakat.

Eisini fært tú 10 % avsláttur á plakatum, bókum og postkortum umframt 10 % avsláttur í 'kafe list'.
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands