ÓLAVSØKUFRAMSÝNINGIN, LISTAFÓLK ELDRI ENN SEKSTI, 28.7-1.9
28 July 2019 - 1 September 2019

Aftur í ár skipar Listafelag Føroya fyri Ólavsøkuframsýning í Listasavni Føroya. Síðan 1950 hevur hendan framsýning Listafelagsins verið fastur táttur í hvørjari ólavsøku og framsýningin í ár er sostatt tann hálvfjerðsinda.

Framsýningin sýnir fram list hjá listafólkum, sum fyri árum síðani vóru ung og óroynd og kanska sýndu fram fyri fyrstu ferð á eini Ólavsøkuframsýning. Við hesi framsýningini er ætlanin at vísa hvar listin er í dag hjá teimum, sum hava hava verið listafólk her heima seinastu trý ella fýra áratíggjuni. Í vár avgjørdi nevndin í felagnum tí at bjóða listafólkum, sum eru seksti ár og eldri at senda inn tvey verk í part. 32 hava tikið av. 

Framsýningin opnar í Listasavni Føroya Ólavsøkuaftan kl. 15 og er opin til kl. 20. Ólavsøkudag frá 14 til 20. Framsýningin er opin til 1. september.

Tá framsýningin opnar spælir Rógvi Trio og okkurt verður at leska seg við.   

Eyðun av Reyni, Kári Svensson og Oggi Lamhauge hava staðið fyri uppheingingini. Bárður Jákupsson hevur skrivað hugleiðingar í skránni  og eigur málningin, sum prýðir skránna og plakatina.

Heilsan

Pál Weihe, formaður

Listafelag Føroya

Back to the exhibition
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16

(1th Thursday every month 11 - 20)

From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17






Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands