september 18, 2019

Fernisering á Less is North

Fjálg fernisering og forvitnislig fotolist á serframsýningini Less is North

Takk til øll tykkara, sum vóru til ferniseringina á serframsýningini Less is North og vóru við til at gera henda seinnapartin til nakað serligt. Serframsýningin lat upp fríggjadag 6. september; savnsstjóri Karina Lykke Grand helt røðu og greiddi frá teimum trimum listafólkunum og listini á framsýningini, og fotolistamaðurin Per Bak Jensen setti framsýningina.

Fleiri fólk høvdu leitað sær á Listasavnið henda dagin at hátíðarhalda upplatingina. Tey trý listafólkini á framsýningini, Per Bak Jensen úr Danmark, Hallgerður Hallgrímsdóttir úr Íslandi og Ingi Joensen úr Føroyum, vóru tilstaðar, og fleiri gestir tóku sær dælt av møguleikanum at práta við tey um ta flottu fotolistina.

Nakrar dagar eftir upplatingina vitjaði Kári Olsen frá Summarmorgni og prátaði við savnsstjóra, Karinu Lykke Grand, um framsýningina. Innslagið kann hoyrast her

Listasavnið er opið frá kl. 13-16 allar dagar í vikuni uttan mánadag.

Myndirnar í hesi greinini hevur dugnaliga íslendska listakvinnan Hallgerður Hallgrímsdóttir tikið. Hon hevur deilt tær á sínum Instagram-vanga. Til ber at vitja vangan her.

Hevur tú myndir av framsýningini og ferniseringini, sum tú fegin vilt deila, ert tú vælkomin at senda tær til info@art.fo Brúka eisini fegin #listasavnforoya á Instagram og Facebook.

april 12, 2024

Udstillingsåbning: "Kroppen"

Den nye særudstilling, 'Kroppen', åbner fredag den 19. april kl. 16-18.
Les meira
februar 1, 2024

Listasavn Føroya skal have ny direktør

Karina Lykke Grand lander stor stilling i Danmark.
Les meira
december 21, 2023

Glædelig jul - museet åbner igen d. 15. jan.

Glædelig jul og godt nytår! Vi glæder os til at byde jer indenfor til spændende kunstoplevelser i det nye år.

Museet åbner igen d. 15. janu…

Les meira
november 30, 2023

Historisk stor Mikines donation til Listasavn Føroya

– 17 værker hjem til Færøerne
Les meira
oktober 31, 2023

Vinteråbningstider

1. november - 1. april
Les meira
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Åbningstider
Vinter-åbningstider:
Fra 1. november - 30. april
Mandag, torsdag - søndag kl. 11 - 16
Lukket tirsdag og onsdag.

(1. torsdag i hver måned: kl. 11 - 20)

Sommer-åbningstider:
Fra 1. maj - 31. oktober
Åbent alle dage fra kl. 11 - 17
Inkl. alle helligdage
Entré
Voksne: 90 kr.
Studerende: 25 kr.
Pensionister: 70 kr.
Børn og unge under 20 år: gratis.

Grupperabat: min. 12 voksne: 60 kr. p.p.

Årskort til 1 person: 225 kr.
Årskort til 1+1, tag en ven med gratis: 300 kr.

Årskort giver gratis adgang til museet samt til omvisninger, koncerter og tiltag.
Desuden får du 10 % rabat på plakater, bøger og postkort samt 10 % rabat i museumscaféen 'kafe list'.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands