Burtur á heiði við Manet & Friedrich (2011), Edward Fuglø
205 x 284 cm
Føroyar í alheimsgjørda heiminum er evnið í listini hjá Fuglø, og eygað er eymligt-atfinningarsamt. Flaggið, tjóðbúnin, fuglarnir, bergið og alt tað grøna: Tað verður næstan ikki meira føroyskt.
Ein sniðfundigur boðskapur um vald og máttloysi er innihaldið í sambandinum millum tey trý fólkini, hon nakin, annar maðurin við veðrahøvdi og hin við satýrhornum á enninum.
Sum heitið sigur, er heimslistin eisini til staðar í myndini: Útgavan hjá E. Manet av friðsælari samveru í náttúrum og tann ørkymlandi fjallatindurin hja C.D. Friedrich.
Samstundis eru tey virðiligu meistaraverkini óhátíðarliga flutt yvir í eitt nútíðar mál, tað hjá lýsingini, plakatini og skeltinum.
Edward Fuglø
(1965)