Urðin (1975), Thomas Arge
95 x 100 cm
Ein dungi av gimsteinum í haganum? Nei, tað er tulkingin hjá einum listafólki av øllum litbrigdunum í basalti, royðugróti og skón, sum fyri flestøll okkara bara er ein grábrún grótrúgva.
At varnast føroyska hagan sum myndevni er stóra listaliga avrikið hjá Thomasi Arge. Aloftast er trupult at gera av, hvaðan myndevnið er, men her er talan møguliga um Norðradal, sum listamanninum dámdi so væl at vera.
Grótrúgvan sum brotamynd bendir á ávirkan frá íslendska Jóhannesi S. Kjarval (1885-1972), sum tíðliga hjálpti Arge við at finna seg sjálvan. Grovi málihátturin, tjúkka litevnið og samanstúvingin í flatanum eru kortini egnu listaligu eyðkenni hansara, sum her fáa skreyt at renna saman við ráa megi.
Thomas Arge
(1942-78)