Vertshús (1938), Sámal Joensen-Mikines
Olja á lørift, 118 x 132 cm. Keypt við stuðil frá Beckett-fonden og Eik Banka.
Vertshúsvitjan og svartsjúka. Tveir menn í føroyskari húgvu drekka øl á einum vertshúsi, helst eru teir sjómenn, sum eru slopnir í land. Við sama borð situr ein einsamallur og ørkymlaður maður og starir inn í eina tóma fløsku og øvundar forelskaða parið aftan fyri seg.
Myndevnið og litirnir benda á íblástur frá norska listamanninum Edwardi Munch (1863-1944). Annars er íblástur frá danska modernistinum Vilhelm Lundstrøm (1893-1950) í strokkskapunum og tjúkka litlagnum.
Myndaheimurin hjá Mikinesi var føroyskur, men hann málaði eisini myndir úr Danmark, millum annað hesa við íblástri úr ølstovuni Café Nick í Keypmannahavn.
Sámal Joensen-Mikines
(1906-79)