Á Nesi (1955), Ruth Smith
61 x 79 cm
Summarveður á Nesi! Ruth Smith hevur málað sína heimbygd í Suðuroy við útsýni eystureftir yvir fjørðin. Litirnir eru kaldligir, skýggj koma rekandi, og eitt æl fer um fjarlagda nesið.
Myndin lýsir av veðri og orku. Hon er ikki málað liðug, so veruleikin í myndini snýr seg eisini um sjálvan málningin. Hann verður til fyri okkara eygum.
Ruth Smith var impressionistur og hevði tokka til lívið í litunum í ljósinum, men eitt ovurspent sinni er eisini sjónligt í ógvusliga málingaháttinum.
Í eini seinni mynd (1957. O.l, 53 x 83 cm) tykist bygdin at vera málað í einum sálarligum ódnarveðri, og tað er sum Dómadagur er komin til Nes.
Ruth Smith
(1913-58)