Ær (1966), Janus Kamban
Bronsa, h. 41 cm.
Listamaðurin var myndahøggari, og eitt eyðmjúkt myndevni sum Ær ger hann til eitt lærustykki í skulpturi. Ærin bukkar afturkroppin niður fyri at pissa. Samstundis snarar hon høvdinum og kveitir afturum seg. Soleiðis kemur spenningur í dýrakroppin.
Hvørki ró ella máttur kann umverast í einum góðum skulpturi.
Janus Kamban
(1913-2009)