Sjálvsmynd (1956), Ruth Smith
80 x 60 cm
Til eina sjálvsmynd krevst eitt spegl og eitt fast eygnabrá. Her er eygnabráið vorðið partur av tveimum hættum at síggja seg sjálva.
Á myndini er listafólkið ikki eins týdningarmikið og menniskjað. Sæð úr erva tykist Ruth Smith viðkvom og er um at hvørva inn í umhvørvið.
Eygnabráið snýr seg tó fyrst og fremst um heimin sum litir – sum klangir, samljóð og spenningar, ið endurreisast á løriftinum við kensluríkum penslastrokum.
Ruth Smith
(1913-58)