Sjálvsmynd (1955), Ruth Smith
Olja á lørift, 80 x 60 cm.
Til eina sjálvsmynd krevst eitt spegl og eitt fast eygnabrá. Her er eygnabráið vorðið partur av tveimum hættum at síggja seg sjálva.
Á myndini er listafólkið sæð úr neðra, og palettin økir um fráleikan til hennara, sum hon stendur har í durinum í sínari reyðu blusu framman fyri teirri kaldliga bláu hurðini.
Eygnabráið snýr seg tó fyrst og fremst um heimin sum litir – sum klangir, samljóð og spenningar, ið endurreisast á løriftinum við kensluríkum penslastrokum.
Ruth Smith
(1913-58)