Trolaradekk (1999), Ingálvur av Reyni
Olja á lørift, 230 x 380 cm. Gáva frá Ny Carlsbergfondet.

Trolarar vóru ein partur av lívinum hjá listamanninum takkað verið reiðaravirkseminum í familjuni. Hetta myndevnið er her lýst í einum modernaðum hami, tó ikki í tí maskinstíli av blankari geometri, sum myndevnið annars leggur upp til.

Heldur ikki síggja vit nakra brúgv, lossispøl og radara. Við eitt sindur av góðum vilja hóma vit ein sjónarring við einum reyðum himmali og kanska umhvarvið av fólkum. Men restin er tøgn, tala vit um at kenna nakað aftur. Í fyrstu atløgu snýr myndin seg um málningin sjálvan, um spenningin í litunum, um sansaliga máttin í penslastrokinum.

Málningurin er tó eitt trolaradekk soleiðis skilt, at dekkið er pallurin fyri hørðum stríði, veldigum náttúrumáttum, myrkum døgum og vandafullum arbeiði. Eitt slíkt innihald fær her ein máttmiklan myndabúna í annars reinum málningi. Myrkt, harðliga og stórt talar myndin um lívsins drama.

Back to the collection
Ingálvur av Reyni
(1920-2005)
Back to the collection
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16

(1th Thursday every month 11 - 20)

From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17






Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands