Aftur av jarðarferð (1937), Sámal Joensen-Mikines
236 x 173 cm

Ein so stór mynd var eitt váðaverk fyri eitt ungt og fátækt listafólk. Hon er harafturat ein yvirlýsing um lívið í Føroyum í ómildari náttúru og undir Guds aga. Myndin er málað í grovu og myrku ekspressionismuni frá 1930-árunum við dámi av sýmbolismu.

Sjólát og tuberklar tóku mangt lívið tá á døgum, men henda heimferð av jarðarferð er meira enn ein frásøgn. Í tyngjandi myrkrinum er umhvørvið stytt niður í næstan onki. Andlitini eru álvarsamar grímur, og fólkini hevja seg upp í eina tríkantskompositión. Alt hevur strangleika og tign sum í gamlari átrúnaðarligari list.

Á einum hægri stigi verður ferðin sostatt til eina lívssigling, har tey syrgjandi á veg um eitt náttarmyrkt hav sjálv stunda móti grøvini.

Back to the collection
Sámal Joensen-Mikines
(1906-79)
Back to the collection
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16

(1th Thursday every month 11 - 20)

From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17






Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands