Um Listasavn Føroya

Listasavn Føroya liggur í Tórshavn og er høvuðslistasavn fyri føroyska list. Tað var stovnað í 1989. Undir "Søga" og "Bygningurin" ber til at lesa meira um Listasavnið og arkitekturin.

Savnið eigur umleið 2800 listaverk, nógv flest málningar, men eisini grafikk, standmyndir, installatiónir og tekstil. Tey elstu verkini eru frá 1830-árunum, og savnið hevur list fram til nútíðina.

Listasavn Føroya hevur innrættað ein stóran part av savninum til ta føstu framsýningina. Her finnur tú stórfingnu føroysku náttúruna og serstaka landslagið umsett til myndir. Tú hevur høvi at síggja listaverk, sum endurgeva grønu fjøllini, brøttu bergini, havið, undursamar steinar og klettar, ríkt fuglalív, nógvar seyðir, vakrar og málandi bygdir og ikki minst myndir, sum vísa skiftandi veðurlagið í Føroyum. Myndirnar geva eina greiða kenslu av, at trúgv hevur havt stóran týdning fyri nógv listafólk.

Millum høvuðsverkini hjá Listasavninum er ein totalinstallatión í glasi, sum øll familjan kann fara inn í og harvið fáa kensluna av at sveima mitt á sjónum. Optiskt sært tú 700 metrar niður og upp í installatiónini. Ger teg til reiðar til eina ørandi listauppliving, sum bjóðar tíni hæddarræðslu av. Serligir gimsteinar í savninum, sum tú ikki kanst uppliva aðra staðni í heiminum, eru listaverk gjørd úr føroyskum rossatagli, bundin verk úr ull og ein útstappaður føroyskur veðrur og ravnur.

Listasavn Føroya hevur eisini skiftandi serframsýningar við føroyskum listafólkum - sí "Framsýningar" fyri at síggja skránna.

Nógv ferðandi vitja Listasavn Føroya, tí her kunnu tey stutt og greitt fáa eina heildarmynd av landinum, náttúruni og landslagnum umbroytt til eitt myndlistaligt skap. 

+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. novembur - 30. apríl
Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 - 16.
Týsdag og mikudag er stongt.

(1. hósdag í mánaðinum er opið kl. 11 - 20)

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. oktobur
Mánadag - sunnudag kl. 11 - 17


Atgongd
Vaksin: 90 kr.
Lesandi: 25 kr.
Pensjonistar: 70 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis.

Bólkar, min. 12 vaksin: 60 kr. per persón.

Árskort til ein persón: 225 kr.
Árskort til 1+1 - tak ein vin við ókeypis: 300 kr.

Árskort geva ókeypis atgongd til savnið alt árið umframt ókeypis atgongd til rundvísingar, konsertir og tiltøk.
Eisini fært tú 10 % avsláttur á plakatum, bókum og postkortum umframt 10 % avsláttur í 'kafe list'.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands