Søga

Listasavn Føroya hevur eitt ríkt savn av list, sum við stovnsetanina varð latið sum gávur frá Listafelagi Føroya og landinum.

Undir 2. veraldarbardaga, tá ið bondini millum Føroyar og Danmark brádliga vórðu kvett, settu føroysk lesandi í Keypmannahavn Listafelag Føroya á stovn. Hetta var í 1941, og endamálið hjá Listafelagi Føroya var at savna føroyska list, sum við tíðini skuldi fáa eitt heim í Føroyum. Aftaná kríggið stovnaði Føroya Løgting í 1948 Føroya Almenna Listasavn við tí fyri eygað at skapa eitt alment savn av list í sínum egna bygningi. Hesi bæði søvn - hjá Løgtinginum og Listafelag Føroya - vórðu í 1989 løgd saman til Listasavn Føroya, og tá varð Listasavnið formliga sett á stovn, og søvnini latin við gávubrøvum. Í dag verður Listasavn Føroya rikið við stuðli frá tí almenna/Løgtinginum.

Savnið av listaverkum á Listasavni Føroya er síðan ta stóru gávuna í 1989 víðkað við verkum, sum eru keypt ella móttikin sum gáva, og her hevur stuðul frá lokalum grunnum eins og donskum grunnum verið avgerandi. Í dag fevnir savnið um áleið 2.800 verk, alt frá elst varðveittu myndunum frá 1830’unum til samtíðarlistina í dag. Listasavn Føroya eigur tað størsta savnið av verkum eftir Sámal Joensen-Mikines og fleiri høvuðsverk hjá stóru føroysku listafólkunum.

Sum alment stuðlaður mentanarstovnur er tað uppgávan hjá Listasavni Føroya at savna og varðveita føroyska myndlist, granska í henni og miðla hana sum ein part av føroyska mentanararvinum. Hetta verður m.a. gjørt við bókaútgávum, granskingarverkætlanum og framsýningum av list, bæði í Føroyum og uttanlands. Við jøvnum millumbilum eru serframsýningar við útlendskari list, sum seta føroysku listina í eitt størri høpi.

Bláa búmerkið hjá savninum líkist einum einføldum træi og er gjørt við íblástri frá einum pappírsklippi hjá høvundanum og myndamakaranum William Heinesen.

+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. novembur - 30. apríl
Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 - 16.
Týsdag og mikudag er stongt.

(1. hósdag í mánaðinum er opið kl. 11 - 20)

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. oktobur
Mánadag - sunnudag kl. 11 - 17


Atgongd
Vaksin: 90 kr.
Lesandi: 25 kr.
Pensjonistar: 70 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis.

Bólkar, min. 12 vaksin: 60 kr. per persón.

Árskort til ein persón: 225 kr.
Árskort til 1+1 - tak ein vin við ókeypis: 300 kr.

Árskort geva ókeypis atgongd til savnið alt árið umframt ókeypis atgongd til rundvísingar, konsertir og tiltøk.
Eisini fært tú 10 % avsláttur á plakatum, bókum og postkortum umframt 10 % avsláttur í 'kafe list'.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands