Rundvísingar

Bílegg eina rundvísing á Listasavni Føroya og uppliva savnið av føroyskari list frá 1800-talinum og til í dag.

Vit bjóða rundvísingar til ferðaløg, privatar bólkar, fyritøkur, almennar stovnar, skúlaflokkar, bindiklubbar og øll tey, sum eru áhugaði. Vit eru serfrøðingar í føroyskari list og kunnu leggja rundvísingina og evni til rættis eftir tykkara ynski í tí føstu framsýningini og/ella okkara skiftandi serframsýningum.

Tá børn koma til rundvísing, fara vit ein túr gjøgnum framsýningina á einum søgu-teppi, sum vit taka við okkum frá listaverki til listaverk.

Í vanligari upplatingartíð kostar ein rundvísing 800 kr. og skal bíleggjast frammanundan. Prísurin uttanfyri vanliga upplatingartíð verður avgreiddur einsæris. Atgongugjald, sum er 90 kr. pr. persón, skal eisini gjaldast. Er bólkurin størri enn 12 fólk, fáa tit bólkaavsláttur, sum er 60 kr. pr. persón, um tit gjalda saman.

Vit viðmæla, at bólkar við fleiri enn 30 fólkum verða býttir í tvey.

Rundvísing kann bíleggjast við at skriva ein meyl til info@art.fo ella ringja til +298 22 35 79.

+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. novembur - 30. apríl
Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 - 16.
Týsdag og mikudag er stongt.

(1. hósdag í mánaðinum er opið kl. 11 - 20)

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. oktobur
Mánadag - sunnudag kl. 11 - 17


Atgongd
Vaksin: 90 kr.
Lesandi: 25 kr.
Pensjonistar: 70 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis.

Bólkar, min. 12 vaksin: 60 kr. per persón.

Árskort til ein persón: 225 kr.
Árskort til 1+1 - tak ein vin við ókeypis: 300 kr.

Árskort geva ókeypis atgongd til savnið alt árið umframt ókeypis atgongd til rundvísingar, konsertir og tiltøk.
Eisini fært tú 10 % avsláttur á plakatum, bókum og postkortum umframt 10 % avsláttur í 'kafe list'.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands