juli 10, 2019

Listasavn Føroya nýggja heimasíðu

Listasavn Føroya hevur í dag fingið nýggja heimasíðu

Seinastu mánaðirnar hava vit fyrireikað eina nýggja heimasíðu til Listasavn Føroya. Ynski var at gera eina brúkaravinarliga heimasíðu við nýggjum sniði og innihaldi. Heimasíðan er á føroyskum, donskum og enskum fyri at røkka bæði føroysku og útlendsku gestunum á savninum. 

Á nýggju heimasíðuni er tað skjótt og lætt at finna allar neyðugar upplýsingar um eina vitjan á Listasavni Føroya. Hetta gera vit við einum flottum visuellum sniði og einum einføldum bygnaði, sum eisini egnar seg til snildfonir. Heimasíðan er ment av Jógvan Andersen á QODIO í tøttum samstarvi við Dagmar Malena Winther á Listasavni Føroya. Beinta á Torkilsheyggi hevur tikið nýggjar myndir til heimasíðuna.

Á heimasíðuni ber til at kunna seg um nýggjar og komandi framsýningar, tiltøk og rundvísingar. Eisini ber til at lesa um eitt úrval av høvuðsverkum á savninum. Ein síða er til dagstovnar, fólkaskúlar og miðnámsskúlar. Listasavn Føroya bjóðar ókeypis atgongd og rundvísing til dagstovnar og skúlar.

Við nýggju heimasíðuni leggja vit okkum eftir at veita eina góða tænastu við øllum neyðugum upplýsingum áðrenn ella aftaná eina vitjan á savninum. Samstundis er nýggja heimasíðan ein liður í at laga savnið til talgilda tørvin.

Vælkomin á nýggju heimasíðuna og vælkomin á Listasavn Føroya!

april 12, 2024

Udstillingsåbning: "Kroppen"

Den nye særudstilling, 'Kroppen', åbner fredag den 19. april kl. 16-18.
Les meira
februar 1, 2024

Listasavn Føroya skal have ny direktør

Karina Lykke Grand lander stor stilling i Danmark.
Les meira
december 21, 2023

Glædelig jul - museet åbner igen d. 15. jan.

Glædelig jul og godt nytår! Vi glæder os til at byde jer indenfor til spændende kunstoplevelser i det nye år.

Museet åbner igen d. 15. janu…

Les meira
november 30, 2023

Historisk stor Mikines donation til Listasavn Føroya

– 17 værker hjem til Færøerne
Les meira
oktober 31, 2023

Vinteråbningstider

1. november - 1. april
Les meira
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Åbningstider
Vinter-åbningstider:
Fra 1. november - 30. april
Mandag, torsdag - søndag kl. 11 - 16
Lukket tirsdag og onsdag.

(1. torsdag i hver måned: kl. 11 - 20)

Sommer-åbningstider:
Fra 1. maj - 31. oktober
Åbent alle dage fra kl. 11 - 17
Inkl. alle helligdage
Entré
Voksne: 90 kr.
Studerende: 25 kr.
Pensionister: 70 kr.
Børn og unge under 20 år: gratis.

Grupperabat: min. 12 voksne: 60 kr. p.p.

Årskort til 1 person: 225 kr.
Årskort til 1+1, tag en ven med gratis: 300 kr.

Årskort giver gratis adgang til museet samt til omvisninger, koncerter og tiltag.
Desuden får du 10 % rabat på plakater, bøger og postkort samt 10 % rabat i museumscaféen 'kafe list'.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands