Elinborg Pálsdóttir á Listasavni Føroya (Pyramidukonsert)
Fríggjadagin 2. oktober kl. 20 verður innilig konsert við Elinborg Pálsdóttur á Listasavni Føroya (Økistónar).
Saman við Biritu Dam, Kristinu á Váli og Ólavi Gaard fer Elinborg at framføra løg av síni fyrstu heildarútgávu “Í Ævir”. Løgini eru endurtulkað og verða framførd við strúkarum og gittara.
Seinasta árið hevur Elinborg gjørt vart við seg bæði heima og uttanlands. “Í Ævir” kom út í fjør og varð sera væl móttikin. Síðani hevur hon verið á konsertferð í Evropa, spælt á festivalum og verið í Meksiko. Á Faroese Music Awards 2026 varð hon kosin Ársins tónaskald.
Hetta kvøldið verður karmur um eina inniliga og nærverandi útgávu av løgunum, har Elinborg leitar inn í kjarnan á sínum tónleikaheimi. Millum listaverkini í eini av framsýningar-pyramidunum bjóða vit til eina serstaka konsert, har tú kemur heilt nær at Elinborg og tónleikarunum. Einans 40 atgongumerki eru til sølu.
Økistónar stuðlar tiltakinum, og atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo fyri 160 kr.