September 2, 2026

At forma, skapa týdning og skilja samanhangir: Verkstova fyri ung millum 13-19 ár

11. - 12. sep. og 18.-19. sep. verður verkstova fyri ung millum 13-19 ár við Aldu Mohr Eyðunardóttur á Listasavni Føroya.

Kom og skapa títt egna verk og lær um tilfar, um at arbeiða kreativt og um list.

Í samstarvi við listakvinnuna Aldu Mohr Eyðunardóttur skipar Listasavn Føroya fyri kreativari verkstovu í døgunum 11.-12. og 18.–19. septembur. Verkstovan er skipað sum eitt skeið, ið fevnir um fýra dagar, fyltir við eini spennandi skrá.

Vit møtast fríggjakvøldið 11. sep. kl. 17-20 og halda fram leygardag 12. sep. kl. 10-16.

Vit møtast aftur vikuskiftið eftir, fríggjakvøld 18. sep. kl. 17-20 og leygardag 19. sep. kl. 10-16. Vit enda við eini fernisering leygardag 19. sep. kl. 16-18.

Pláss er fyri 25 luttakarum. Til ber at tekna seg til verkstovuna við at senda ein meyl til info@art.fo. Viðmerk navn og aldur. Tit fáa nærri kunning um verkstovuna sendandi við meyli.

Alda (f. 1997) er nýliga útbúgvin á Kunstakademinum í Keypmannahavn og hevur royndir við nýggjastu lærutilgongdunum innan list. Endamálið við verkstovuni er at geva listaáhugaðum ungum innlit í arbeiðhættirnar hjá einum ungum yrkislistafólki og at styrkja listaliga tilvitið. Vit fara at arbeiða praktiskt við at skapa verk og fara eisini at práta um list og um at skapa týdning við einum listaverki.

Tað er ókeypis at luttaka á verkstovuni.

Statens Kunstfond “Huskunstnerordningen” hevur stuðlað verkstovuni.

”Endamálið við “Huskunstnerordningen” er at geva børnum og ungum upp í 25 ár møguleika fyri at møta einum yrkislistafólki og fáa innlit og royndir við listaligum arbeiðsháttum.

August 9, 2026

Concert at the National Gallery on Sunday 23 August at 3pm

On Sunday, August 23 at 3 PM, Ása Helena Brynjarsdóttir will perform a concert at the National Gallery of the Faroe Islands.
Les meira
June 17, 2026

William Gislander in the Faroes (1924)

On Sunday 28th June at 3 pm, scholar Bernhard Schirg will introduce Gislander's Faroese journey and invites the public to help trace the works, their…
Les meira
May 28, 2026

Culture Night at the National Gallery

Free entrance on 5th June from 11 am - 6 pm.
Les meira
May 19, 2026

Zacharias Heinesen 90

Artist Zacharias Heinesen turns 90 and the museum arranges a celebration on Wednesday, May 27 at 5 pm.
Les meira
April 30, 2026

Summer opening hours

From May 1st we're open every day from 11 am - 5 pm.
Les meira
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16









Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands