April 20, 2026

Fyrilestur: Oyggjasamfeløg, hugmyndir og listakvinnur í Orkney, Hetlandi, Føroyum, Íslandi og Grønlandi í 20. øld

Hóskvøldið 30. apríl kl. 19.30 verður fyrilestur við Anne Renahan á Listasavni Føroya.

Anne Renahan granskar í umstøðunum hjá listakvinnum í 20. øld og kannar hvussu fortreytirnar hjá teimum ávirkaðu listina. Anne Renahan hyggur serliga at visuellum framsetingum av landslagi eftir listakvinnum í Orkney, Hetlandi, Føroyum, Íslandi og í Grønlandi.

Anne Renahan bjóðar søguskrivingini av, við at nýta eina øðrvísi greiningarrammu til at viðgera søgur, sum higartil hava fingið sera avmarkað uppmerksemi í okkara søgu. Við kanningini ynskir Anne at vísa á veruliga oyggjalívið og umstøðurnar hjá listakvinnum um okkara leiðir.


Um Anne Renahan

Anne Renahan er PhD-lesandi á deildini fyri listasøgu við University of St Andrews í Skotlandi. Hon arbeiðir við at kanna framsetingina av modernaðum og samtíðar oyggjalandsløgum í Norðuratlantshavi. Í hesum sambandi leggur hon serligan dent á kvinnur og listafólk, og samspæl millum útjaðara og miðdepil. Endamálið er at kanna og mótarbeiða kolonialum framsetingum og hugmyndum um útnorður, við at savna ymisk dømi um listafólk, sum arbeiða tvørtur um tjóðir í Norðuratlantshavið.

Anne er ráðgevandi ritstjóri hjá Rizzoli, einum altjóða forlagið (New York og Milano), sum gevur út bøkur um list, arkitektur og design. Hon hevur arbeitt sum journalistur í miðeystri og í Tjekkia, verið ritstjóri fyri United Nations í Beirut í Lebanon, og verið leiðandi ritstjóri á fyrrverandi skrivstovuni hjá Bloomsbury í Doha í Qatar.

 

Fyrilestur verður á enskum.

Ókeypis atgongd.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

May 19, 2026

Zacharias Heinesen 90

Artist Zacharias Heinesen turns 90 and the museum arranges a celebration on Wednesday, May 27 at 5 pm.
Les meira
April 30, 2026

Summer opening hours

From May 1st we're open every day from 11 am - 5 pm.
Les meira
April 20, 2026

Lecture: ‘Islands, ideas of the north, and the archival photograph: Women’s practice in Orkney, Shetland, Faroe Islands, Iceland and Greenland, 20th century.’

Lecture by Anne Renahan on Thursday night 30th April at 7.30 pm.
Les meira
April 10, 2026

Concert: Guðrun & Bartal at the National Gallery

Free concert on Thursday night, 16 April, at 7.30 pm.
Les meira
March 19, 2026

The National Gallery of the Faroe Islands and Landsverk sign contract with Sp/f Búsetur for the expansion and renovation of the museum.

Listasavn Føroya, in collaboration with Landsverk, has signed a contract with the contractors Sp/f Búsetur for the expansion and renovation of Listasa…
Les meira
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16









Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands