Ert tú okkara nýggi rundvísari?
Dugir tú væl at miðla og hevur tú áhuga fyri føroyskari list? Listasavn Føroya leitar eftir nýggjum rundvísara til rundvísaratoymið á Listasavni Føroya.
Rundvísarin kemur at taka sær av at vísa skúlaflokkum, stovnum, ferðafólkum og privatfólki runt á savninum. Sum rundvísari fært tú upplæring í føstu framsýningini umframt í skiftandi serframsýningum.
Vit seta gestin í miðdepil og arbeiða fyri at skapa góðar upplivingar fyri øll okkara vitjandi.
Vit vænta, at tú kanst átaka tær ymisk sløg av rundvísingum og vísa ymiskum bólkum runt. Flestu rundvísingar eru gerandisdagar millum kl. 9-16. Viðhvørt eru eisini rundvísingar um kvøldið ella í vikuskiftum. Ein rundvísing tekur oftast 45 min. til ein tíma. Flestu rundvísingarnar eru á føroyskum, og nakrar eru á donskum og enskum, og tað er tí ein fyrimunur at duga væl at samskifta á hesum málum.
Starvið er tímalønt sambært satsum hjá savninum.
Sum rundvísari kanst tú vænta umleið 5-10 rundvísingar um mánaðin, og tú skrivar teg upp til tær rundvísingar, ið tú kanst taka. Talið av rundvísingum kann vera skiftandi í sambandi við framsýningar, feriur o.a. virksemi á savninum.
Send okkum eina stutta umsókn á info@art.fo.
Um tú hevur spurningar, kanst tú ringja til Dagmar Winther á telefon 218088 ella senda ein teldupost til dagmar@art.fo.
Vit viðgera umsóknirnar so við og við og kalla inn til samrøðu. Starvið verður sett sum skjótast.
Listasavn Føroya
Opening hours for the summer
Exhibition opening: Bent Restorff
Easter decorations for the whole family
Everyone is welcome to make easter decorations at the National Gallery from 12 April - 21 April from 11 am - 4 pm.
There will be materials…
Open by night - Thursday 3rd of April
On Thursday 3rd April the museum will be open from 11am - 8 pm.
There will be a special offer on posters this day: 3 for 2 - the cheapest o…
The special exhibition "Threads" is open until 30th March
Last chance to see the special exhibition "Threads" is on Sunday 30th March.
The museum is open all weekend from 11-16 pm.
Read mor…