February 28, 2025

Kvøldaropið: Framsýning og upplestur við Julie Sass (DK)

Hósdagin 6. mars kl. 17 verður framsýning og upplestur í forhøllini á Listasavni Føroya við donsku listakvinnuni Julie Sass (DK).

Julie Sass sýnir nýggjar myndir fram, og høvi verður at hoyra brot úr nýggju listabók hennara.

Skrá

Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri, bjóðar vælkomin.

Julie Sass lesur upp úr bókini á donskum og listafólkini Hansina Iversen og Jón Sonni Jensen lesa brot úr bókini á føroyskum.

Listasavnið bjóðar drekkivørur.

Savnið er opið 6. mars frá kl. 11-20.

 

Um listabókina og myndirnar

Hvat siga vit við hvønn annan í telefonini, gjøgnum sms-boð, í bussinum? Hálvir setningar vevjast saman og verða til visuellar løtumyndir í nýggju listabókini eftir Julie Sass. Tekstir og myndir eru knýtt saman í eina opna, inniliga og brotakenda frásøgn. Hvør tekstur kann lesast fyri seg ella sum ein søga.

Talan er um 43 hondskrivaðir tekstir við hvør sínari mynd. Myndir og tekstir renna saman og eru skipað sum opin og visuell brøv. Tekstirnir eru týddir til føroyskt og Julie Sass hevur teknað og málað tekstirnar, sum verða vístir fram saman við myndunum. Tilvísingar eru til landsløg og náttúru, skulptur og mentanararv. Tekstirnir rúma eisini einføldum og skemtiligum samrøðum. Tekningarnar eru abstraktar, men fáa okkum at hugsa um okkurt, vit kenna aftur, bæði í innihaldi og formati.

 

Um listakvinnuna

Julie Sass er ein donsk listakvinna, ið er útbúgvin frá danska kunstakademiinum og New York University (MFA). Listakvinnan hevur givið út fleiri bøkur og hefti, serliga í samband við framsýningar, ið hon hevur skipað fyri. Julie Sass hevur luttikið á fleiri framsýningum í Føroyum og útlondum.

Listabókin er útgivin av Hurricane Publishing í 2024.

 

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.


January 30, 2025

Huldulitt opening ceremony

The Huldulitt opening ceremony will take place at the National Art Gallery, Listasavnið, on February 1st at 15.30.
Les meira
November 4, 2024

Evening Event on Thursday, November 7

On Thursday evening at 7 pm, there will be an event at the museum on colors with Randi Samsonsen.
Les meira
October 31, 2024

Winter Opening Hours

November 1 we are changing to our winter opening hours.
Les meira
August 30, 2024

Exhibition Opening: Threads

On Friday, 6 September, from 4-6 pm, the new Special Exhibition "Threads" will open at the National Gallery of the Faroe Islands.
Les meira
April 30, 2024

Solveig Hanusardóttir Olsen new director of the National Gallery of the Faroe Islands

Solveig will take up the position on July 1, 2024.
Les meira
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16

(1th Thursday every month 11 - 20)

From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17








Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands