Fernisering: Træðrir
Fríggjadagin tann 6. septembur kl. 16:00-18:00 letur nýggja serframsýningin «Træðrir» upp á Listasavni Føroya.
«Træðrir» er ein framsýning við fimm installatiónum, sum fimm føroysk samtíðarlistafólk hava gjørt. Listafólkini eru Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Maibritt Marjunardóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Alda Mohr Eyðunardóttir. Í hvør sínum rúmi og við hvør sínari tilgongd sýna tey fram listaverk, ið viðgera tráðin - evnisliga og tilfarsliga. Úrslitið er ein framsýning við fjølbroyttum úttrykki og við verkum, ið viðgera ymisk sosialpolitisk evni.
Hví er tað upplagt at tosa um samfelagsligevni ígjøgnum knútar, flættur og fjøkjur? Hví er eitt klæði serliga viðkomandi, tá ið tosað verður um persónligar søgur? Og hvussu kann ein tráður leggja upp til kjak, ið hjálpir okkum at skilja samtíðina? Hetta eru nakrir av spurningunum, ið hendan framsýninginin setir á breddan.
Skrá:
- Kirstin Helgadóttir, kurator, bjóðar vælkomin og setur framsýningina.
- Drekkivørur og okkurt gott til góman verður at fáa.
Verið hjartaliga vælkomin á Listasavn Føroya fríggjadagin 6. septembur kl. 16:00.