January 17, 2020

Uppliva ein stóran hval á Listasavni Føroya

– og hann hevur sínar hugsanir!

32.000 leikahermenn, sum verða umskapaðir til ein grindahval, skulu byrja eina samrøðu og byggja brúgv millum Føroyar og útheimin.

Ein grindahvalur í veruligari stødd varpar ljós á, hvønn leiklut grindin hevur fyri føroyska mentan søguliga, og á hvat umheimurin heldur um grindadráp í hesum døgum.

Evnið er tíðarbært, tí at Føroyar í størri og størri mun verða samanbornar við grindadráp og av altjóða aktivistum verða fordømdar í hesum sambandi.

Leggið oyrini inn móti hvalinum og lurtið eftir ymsu sjónarhornunum – fyri og ímóti grindadrápi:

  • Her hoyrast áheitanir frá Sea Shepherd-stovnara, Paul Watson. Hann hugsar sum aktivistur um djóravælferðina og er sostatt ímóti grindadrápi.
  • Fotomodellin Pamela Anderson er sum veganari eisini ímóti og hevur sum amerikanari eina sterka meining um grindadráp.
  • Ein franskur aktivistur broytti sína mynd av føroyingum eftir eini vitjan í Føroyum: „Tey eru eitt frálíkt fólk, og útlendingar skulu blanda seg uttan um kjakið um grindadráp“.
  • Ein 14-ára gamal føroyskur drongur greiðir frá, hvussu hann hevur lært at fara í grind av pápanum, sum somuleiðis lærdi at fara í grind av pápa sínum, o.s.fr.
  • Ein føroyskur lækni ávarar kvinnum og barnakonum ímóti at eta grind, tí at kjøtið hevur ov nógv kyksilvur í sær
  • „Grindavísan“ verður kvøðin í føroyskum dansi.
  • Ein føroyskur maður heldur, at aktivistarnir, ið koma til Føroyar, vegna harðligu framferð sína næstan bera seg at sum yvirgangsfólk. 

Whale War letur eisini hvalin koma til orðanna – lurtið eftir sangi hansara. Ljóðbitar úr einum grindadrápi eru somuleiðis ein partur av verkinum.

Savnsstjóri, Karina Lykke Grand, sigur: ”Verkið er gjørt burtur úr plastikk, og hetta kann tulkast sum eina viðmerking til, at heimshøvini í vaksandi mun dálkast og fyllast við plastikk. Eitt av heimsmálunum hjá ST er at varpa ljós á umhvørvið – herímillum heimshøvini. Listasavnið stuðlar hesum heimsmálum við at sýna fram listaverk, ið eggja til umhugsan og hugleiðing um umhvørvið, djóravælferð og altjóða burðardygd. Harumframt gleða vit okkum til at byggja brúgv millum hugsjónina úr útheiminum og úr Føroyum. Við at byrja eina samrøðu um grindadráp og við at upplýsa um hetta vóna vit, at kritikkurin gerst meiri fjølbroyttur”.

Listafólk: Edward Fuglø

Heiti: Whale War, 2019. Mixed media. 32.00 plastikksoldátar, 6 lurtistøðir

April 8, 2020

COLOURING BOOK

Faroese artworks for you to colour in
Les meira
April 8, 2020

Visit from Faroese business magazine

See and read more about why Faroese art is so remarkable and outstanding.
Les meira
January 8, 2020

RANDI SAMSONSEN

Soft artworks hang from the ceiling and on the walls
Les meira
December 13, 2019

A Pilot Whale Made out of 32.000 Toy Soldiers

Can art generate constructive dialogue and bridge the gap in the divisive debate surrounding pilot whale killing in the Faroe Islands?
Les meira
July 16, 2019

The National Gallery of the Faroe Islands has received a 'Certificate of Excellence' for 2019

The National Gallery of the Faroe Islands has been recognized with a 'Certificate of Excellence' for 2019 from TripAdvisor
Les meira
+298 31 35 79 (best between 13-16)
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 May - 30 September:
Monday - Sunday 11.00 - 17.00

From 1 October - 30 April:
Tuesday - Sunday 13.00 - 16.00
Closed on Mondays
Admission
Adult: 65 DKK
Student: 25 DKK

Groups, min. 12 adults: 50 DKK per person.
Children under 18: free.
+298 31 35 79 (best between 13-16)
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands