oktober 3, 2019

Ein undangongukvinna fyllir 100

16. juli 2019 hevði Elinborg Lützen fylt 100 ár, og tað hevur Listasavn Føroya sett sær fyri at hátíðarhalda. Elinborg var fyrsta føroyska listafólk at nema sær útbúgving innan fyri listarligt grafiskt arbeiði, og sostatt var hon ein undangongukvinna í grafiskari list í Føroyum.

Skrivað hevur Eilen Anthoniussen
Mynd Beinta á Torkilsheyggi
Greinin er upprunaliga útgivin í Atlantic Review

Elinborg Lützen var ein óvanliga virkin listakvinna. Hon arbeiddi nógv við sínum listaverkum, og hon hevði sertakliga gott eyga fyri smálutum. Við tryggari hond sat hon og skar og telgdi í linoliumið fyri at geva sínum myndum júst ta dýpd, hon vildi hava, og sum síðani hevur eyðkent hennara arbeiði. 

“Tað, sum eyðkennir grafiska handverkið, er kynstrið at taka burtur. Tú skalt síggja tað í mun til, hvussu listamálarin arbeiðir: Hann brúkar litir til at fáa fram motiv, skuggar og dýpd. Grafikarin arbeiðir øvugt. Grafikarin tekur burtur við at skera og telgja, og tað krevur sera nógv arbeiði og nærlagni. Harafturat skal grafikarin alla tíðina hava í huga, at myndin má venda øvugt, tá ið hon fer í pressuna, fyri at venda rætt, tá ið hon er liðug. Enn torførari verður tað, tá ið tú skalt arbeiða við fleiri litum og vilt hava eitt verk prentað í fleiri litum. Tá verður hvør litur prentaður sær, t.e. at tú skalt gera fleiri skurðir av sama myndevni – eitt til hvønn litin – og áðrenn tú fert í gongd, mást tú vita, hvussu hvør litur skal dragast fram.” 

Sjálvkritisk og anonym

Tað er Nils Ohrt, stjóri á Listasavninum, ið greiðir frá listakvinnuni. Hóast hon var arbeiðssom og ómetaliga dugnalig, hevði Elinborg gjøgnum sítt 76 ára langa lív onga stakframsýning við egnum verkum. 

“Hon var sera sjálvkritisk, og tað er ivaleyst orsøkin til, at hon ikki sýndi fram. Hon varð fleiri ferðir eggjað til at hava framsýningar, men har var einki at gera. Og av somu orsøk vita vit sera lítið um hana. Tað eru stór hol í hennara søgu, har vit snøgt sagt ikki vita, hvat hon gjørdi.” 

Tað er so heppið, at arvingarnir eftir Elinborg hava latið Listasavninum nógv av verkunum, ið lógu eftir hana. Í stóran mun er talan um prent og skurðir. Men Elinborg arbeiddi eisini við øðrum amboðum. Áðrenn hon fór undir at arbeiða við grafikki, teknaði hon fyri tað mesta, og í ymsum tíðarskeiðum hevur hon eisini arbeitt við akvarellum. 

“Og tað er serliga verk av hesum slag, vit hava eftirlýst til framsýningina. Akvarellir og tekningar. Og søgur, sum kunnu kasta ljós á, hvør Elinborg Lützen í veruleikanum var.“

Hvør var Elinborg?

Okkurt vita vit kortini. Eitt nú at hon er fødd og uppvaksin í Klaksvík, og at hon sum 11 ára gomul fór til Havnar at vera hjá fastur sínari, meðan hon gekk á realskúla. Í heiminum hjá fastrini komu listafólk javnan inn á gólvið, og her kom Elinborg at kenna listamálaran Mikines og myndahøggaran Janus Kamban. Hon sat modell fyri teir báðar, og vakra bringumyndin úr bronsu, ið Janus Kamban evnaði av henni, stendur saman við hennara verkum á Listasavni Føroya. 

Hetta listarliga umhvørvið ávirkaði hana, og av tí at hon sjálv var gávuríkur teknari, beyð fastirin sær til at gjalda fyri hennara skúlagongd á Tegne- og Kunstindustriskolen for Kvinder í Keypmannahavn, har hon gekk í 1937–40. 

“Tá í tíðini var tað ofta so, at menn málaðu, og kvinnurnar teknaðu. Menninir arbeiddu við størri penslastroki, og kvinnurnar teknaðu í smærri støddum.”

Í so máta vóru tað tveir mótsetningar, ið funnu saman, tá ið hon og Mikines gjørdust par. Tey bæði giftust í 1944, meðan tey vóru innibyrgd í Keypmannahavn orsakað av krígnum. Tey fluttu aftur til Føroya eftir kríggið, men gliðu hvørt frá øðrum, og hon fór aftur til Klaksvíkar at vera, har hon arbeiddi í klædnahandlinum hjá pápa sínum. Men hesa tíðinahesa tíðina fór hon eisini at arbeiða við vatnlitum. So líðandi fór hon at tekna til bløð og bøkur. Eitt nú myndprýddi hon kendu barnabókina “Í Skýmingini” frá 1948, sum var eitt savn við skjaldrum og ævintýrum, ið Sofía Petersen savnaði.

Frá tekning til grafikk

Upprunaliga var Elinborg teknari og akvarellmálari. Hon var dugnalig at myndprýða ævintýr, og tað var her, hennara dirvi og áræði komu til sjóndar. Men tað, sum av álvara gjørdi mun í hennara yrkisleið, var tá ið hon sum 38 ára gomul valdi at fara til Bergens at fáa sær útbúgving frá danska grafikaranum Povl Christensen. Her fór hon av álvara undir at arbeiða við linoskurðinum, og nú sást ein skillig menning í hennara list. Eitt dømi um menning hennara frá teknara til grafikara sæst týðiliga í útgávunum av “Ævintýr”, sum Heðin Brú ritstjórnaði, og Elinborg myndprýddi.

“Tú sært ein týðiligan mun á bindi 1, sum kom út í 1959, har hon hevur myndprýtt við tussjtekningum, og so bindi 2, ið kom í 1964, sigur Nils Ohrt og blaðar upp í bókunum at vísa á munin.” 

“Tekningarnar í bindi 1 eru fínar og sýna gott handverk. Men í bindi 2 er hon farin at nýta grafikk, og tá fáa myndirnar heilt aðra kraft og dýpd. Tú sært, hvussu alt livir í skuggunum, umhvørvinum og ikki minst í karakterunum sjálvum. Myndirnar anda av lívi. Hennara úttrykk er ekspressionistiskt, men tú sært eisini brá av surrealismu,” greiðir Nils Ohrt frá. 

Elinborg hevði nevniliga tvær sera ymiskar síður í síni list: Ævintýr og landsløg. 

“Ævintýrmyndirnar mynda aðra síðuna av Elinborg sum listakvinnu. Her var hon frásigandi, hugsveimin og leitandi. Á hinari síðuni arbeiddi hon við veruleikanum og tí, eygað sær, og her finnur tú nógv grafisk verk av landsløgum og gomlum húsum. Umhvørvið, har hon vaks upp í Klaksvík, fylti nógv, og hon gav landslagsmyndunum haðani eina serliga dýpd við hvørjum prikki og hvørji evarska lítlu striku.” 

Millum tey bestu

Elinborg flutti aftur til Havnar í 1981 og búði í Havn restina av sínum døgum. Hon doyði í 1995, sum nevnt uttan at hava eina ta einastu framsýning við egnum verkum. 

Nils Ohrt greiðir frá, at hon telist millum mest viðurkendu listafólk í landinum og hoyrir til sama ættarlið sum Mikines, Kamban og onnur. Men hon var í langa tíð einsamøll um at arbeiða við grafikki. 

“Tað vóru fá, sum valdu at arbeiða við grafikki í Føroyum, men í Danmark vóru nógvir grafikarar eftir kríggið. Hon lærdi frá tí allarbesta og hevði eitt gott handalag. Hon var vill í sínum hugflogi. Ekspressionistisk, útfarandi og beinleiðis. Tað er einki ‘kvinnuligt’ í hesum. Einki sart og viðbrekið.” 

Hon var slóðbrótandi og serstakliga dugnalig, og hóast hon var sjálvkritisk og varin, hevur hennara arbeiði gjørt hol í sjógv, sum sæst aftur millum modernað listafólk í dag. 

“Hon hevur avgjørt verið fyrimynd fyri aðrar grafikarar og onnur listafólk. Eitt nú hevur tann unga listakvinnan Silja Strøm, sum hevur sama frásigandi, fantasifull og karikeraða myndamál, sagt seg heinta íblástur frá Elinborg.”
 

GG! Hendan greinin varð skrivað í sambandi við framsýning á Listasavni Føroya í juli 2019. Um hetta mundið var Nils Ohrt stjóri á savninum.

Visti tú... 

at Elinborg Lützen síðani 1977 varð heiðrað við sømdargávu til skøld og listafólk, sum løgtingið letur listafólki á hvørjum ári? Árliga upphæddin var tá 2.000 kr. Í dag er hon 22.000 kr. Undan Elinborg var Ruth Smith einasta kvinna, ið hevði fingið hendan heiðurin. Tað var í 1955, og upphæddin var tá 800 kr. 

at eitt av flogførunum hjá Atlantic Airways er uppkallað eftir Elinborg Lützen? Hini eita William (Heinesen) og Ingálvur (av Reyni). Tyrlurnar eru uppkallaðar eftir Ruth Smith og Sámal Joensen-Mikines.  

at hennara list hevur verið víða um, hóast hon ikki vildi sýna fram í Føroyum? Hon luttók í stórt sæð øllum føroyskum framsýningum eftir seinna veraldarbardag, eitt nú í USA, Ukraina, Noregi, Svøríki og Danmark. 

april 12, 2024

Udstillingsåbning: "Kroppen"

Den nye særudstilling, 'Kroppen', åbner fredag den 19. april kl. 16-18.
Les meira
februar 1, 2024

Listasavn Føroya skal have ny direktør

Karina Lykke Grand lander stor stilling i Danmark.
Les meira
december 21, 2023

Glædelig jul - museet åbner igen d. 15. jan.

Glædelig jul og godt nytår! Vi glæder os til at byde jer indenfor til spændende kunstoplevelser i det nye år.

Museet åbner igen d. 15. janu…

Les meira
november 30, 2023

Historisk stor Mikines donation til Listasavn Føroya

– 17 værker hjem til Færøerne
Les meira
oktober 31, 2023

Vinteråbningstider

1. november - 1. april
Les meira
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Åbningstider
Vinter-åbningstider:
Fra 1. november - 30. april
Mandag, torsdag - søndag kl. 11 - 16
Lukket tirsdag og onsdag.

(1. torsdag i hver måned: kl. 11 - 20)

Sommer-åbningstider:
Fra 1. maj - 31. oktober
Åbent alle dage fra kl. 11 - 17
Inkl. alle helligdage
Entré
Voksne: 90 kr.
Studerende: 25 kr.
Pensionister: 70 kr.
Børn og unge under 20 år: gratis.

Grupperabat: min. 12 voksne: 60 kr. p.p.

Årskort til 1 person: 225 kr.
Årskort til 1+1, tag en ven med gratis: 300 kr.

Årskort giver gratis adgang til museet samt til omvisninger, koncerter og tiltag.
Desuden får du 10 % rabat på plakater, bøger og postkort samt 10 % rabat i museumscaféen 'kafe list'.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands