Mentanarnátt 2023
Fríggjadagin 2. juni er Mentanarnátt í Tórshavn, og Listasavn Føroya bjóðar inn til familjurundvísing og ókeypis atgongd allan dagin frá kl. 11 - 18
Skráin er hendan:
Ókeypis atgongd og familjurundvísing á Listasavni Føroya 2. juni kl. 11-18.
Ókeypis atgongd er henda dagin. Eisini bjóða vit eina ókeypis familjurundvísing í serframsýningini “Myndir í trúnni” kl. 17 (á uml. 30 min.)
Børn og vaksin eru vælkomin at seta seg við barnaborðini at tekna og nýta sítt hugflog ella royna nýggju uppgávuheftini.
Opið er frá kl. 11 til 18, ókeypis atgongd.
Vit bjóða 25% í avsláttri á øllum plakatum og postkortkum henda dagin.
Kafe List hevur opið har rík møguleiki er fyri at keypa sær okkurt leskiligt til góman.
Les meira á heimasíðu okkara www.art.fo.
Vælkomin á Mentanarnátt á Listasavni Føroya!